Nú hava 109 skip fingið jólapakkar

 

Aftur í ár hava sjómanskvinnuringarnir syrgt fyri jólagávum til sjófólk.


Hesar síðstu tveir mánaðirnar hava tilsamans 1.172 sjófólk fingið jólapakkar frá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Tað eru sjómanskvinnuringarnir og onnur kring landið, sum á hvørjum ári syrgja fyri jólagávum til sjófólk.

 

Nú allir pakkarnir eru bornir út og tilsamans hava 109 skip fingið pakkar.

 

Hesi 109 skipini eru 71 fiskiskip, 20 skip í frálandavinnuni, 14 farmaskip og 4 onnur skip.

 

Og tilsamans er talan um 1.172 sjófólk, sum eru við hesum skipum og sum sostatt hava fingið okkurt at pakka upp jólaaftan

 

Á myndini er tað Kurashov Sergiy, skipari á farmaskipinum, Silver Fjord, vm, sum fær pakkar til manningina frá Torleifi  Johannesen frá Sjómansmissiónini.