Tá ið ÍF í mai mánað var á Svangaskarði, endaði tað við, at B68 eyðmýkti fuglfirðingar. B68 vann 6-1, og tá bendi einki á, at ÍF fór at hava nakran møguleika at flyta upp.
Í dag hevur B68 verið í Fuglafirði, og nú rigga toftamenn til at fara úr Fløtugerði við eyðmýkjandi tapi.
ÍF vann 5-0 og segði harvið takk fyri seinast, tá ið stóra tapið á Toftum fyrr í ár verður havt í huga.
Trivaligi ÍF sigurin ber við sær, at ÍF av álvara hevur styrkt um møguleikan at flyta upp í bestu deildini.
Møguleikin hjá B68 at flyta upp er als ikki horvin. Men hann er minni nú, enn hann var undan hesum umfarinum, tí B68 er á fjórða plássi. Fyri at flyta upp er neyðugt at vinna í hvussu so er bronsuplássið.
Gongdin og úrsliltið í Fuglafirði í dag hevur eisini stóran áhuga í Vágum og á Argjum. 07 Vestur og AB eru undir niðurflytingarstrikuni. Um tað bara verður eitt av feløgunum, sum hevur besta liðið í næstbestu deildini, sum vinnur heiðursmerki, so verður tað bara eitt lið, sum flytur upp, og harvið verður tað bara eitt lið, sum flytur niður.
LIÐUGT
5-0
89) 5-0
5-0: Dánjal á Lakjuni
Jan Ó. Ellingsgaard, sum plagar at skora nógv mál, er aftur í hesum førinum næstsíðstur á bóltinum, tá ið hann spælir innskifta Dánjal á Lakjuni leysan, og Dánjal staðfestir ógvuliga trivaliga heimasigurin.
85) 4-0
4-0: Frank Poulsen
Tað letur til, at toftamenn hava givið skarvin yvir og hava ásannað, at í dag fáa teir einki við sær úr Fuglafirði. Andy Ó. Olsen lyfti bóltin inn um B68 verjuna. Jan Ó. Ellingsgaard læt bóltin fara til miðvallaran Frank Poulsen, sum setti hann í netið.
Stórur fagnaður í heimaleguni.
73) 3-0
3-0: Ari Ó. Ellingsgaard
Fuglfirðingar eru á veg ímóti trivaligum sigri ímóti toftamonnum.
Nú var tað Ari Ó. Ellingsgaard sneiddi seg fram í høgru og sendi so bóltin framvið Petur Meinhard Magnussen í B68 málinum.
55) 2-0
2-0: Andy Ó. Olsen
ÍF hevur lagt seg framum 2-0. Vongverjin í vinstru, Andy Ó. Olsen, setti ferð á og samanspældi við Frank Poulsen, ið aftur spældi Andy Ó. Olsen, ið var innanfyri B68 málverjan, tá ið hann trillaði bóltin í málið.
HÁLVLEIKUR
1-0
40) 1-0
1-0: Frank Poulsen
Eftir innlegg úr høgru leggur Jan Ó. Poulsen við høvdinum bóltin fyri føturnar á Frank Poulsen, sum sendir hann í netið.
30) 0-0
B68 hevur bóltin meiri, og toftamenn hava havt góðan møguleika, men Óli H. Olsen sendi bóltin omanfyri málið.
15) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Fløtugerði. Tað er turt og stilt og lýtt.
Fyrsta korterið hevur tað gingið javnt á.
ÍF - B68 kl.16.00
Dómarabólkur: Jóhan Hendrik Ellefsen, Sámal Weihe, Petur Páll Hentze Winther
ÍF: Tóri Traðará - Hjartvard Hansen, Høgni Zachariasen, Arnold Kristiansen, Andy Ó. Olsen, Frank Poulsen, Sámal Joensen, Bergtór Thomsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Hanus Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard
B68: Petur Meinhard Magnussen - Petur í Túni Petersen, Niklas F. Joensen, Jóhan Dávur Højgaard, Esmar P. Clementsen, Jónleif Højgaard, Akelsandur Ólavsson Jensen, Bárður Ólavsson Jensen, Jann Ingi Petersen, Albert Róin Johannesen, Óli Højgaard Olsen
Nú klokkan 16 er fyrsta bríksl í Fløtugerði, har ÍF og B68 spæla toppdyst í næstbestu fótbóltsdeildini.