Tað er øgiliga ymiskt hvat føroyingar eta á jólum, og fevnir tað millum annað um gás, dunnu, ræst kjøt, ræstan fisk og fleskasteik.
Upprunaliga var tað serliga ræstur fiskur, ið var jólamatur í Føroyum. Hesin fiskur bleiv kallaður aftansfiskur. Tey sum áttu jørð ótu eisini fekst og ræst kjøt á jólum.
Siðvenjan við at eta gás og dunnu á jólum er fyrst vorðin vanlig fyrst í 20. øld, tá komfýrar gjørdist vanligir í Føroyum.
Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.