so greitt út um samgongu ynskini, dró Óli Breckmann eitt sindur í land og minti á, at hansara flokkur er ein sjálvstýrisflokkur, og at tað fór at vera trupult við borgarligu samgonguni, um sambandið fór [...] sum hinir, ið hava bjóðað seg fram, men eg havi ikki tikið støðu til, um eg taki av, um tjóðveldisflokkurin fær møguleikan, ella um eg fari at lata onkrum øðrum sessin, segði formaðurin í tingbólkinum hjá [...] frælsar Føroyar, fólkaflokkurin tosar um radikalt sjálvstýri, og javnaðarflokkurin tosar um sjálvstýri fram ímóti loysing, so har skuldi verið nógv at samstarva um, segði formaðurin í tingbólkinum hjá
Tað er fallið Niels Paula Danielsen fyri bróstið, at Edmund Joensen løgmaður hevur skrivað út nýval. Ikki tí, hann er óivað glaður fyri at valið kemur, men tað er tíðspunktið honum ikki dámar. ? Hatta [...] orsakað av fólkatingsvalinum og nú má hon helst útsetast einaferð enn, tí okkara egnu politisku viðurskiftir ikki hanga saman. ? Hvat er hetta fyri nakað, spyr Niels Pauli Danielsen. ? Og hygg eftir oljuvinnuni [...] Men hvat fáa tey? Óstabilitet, tí at løgmaður er fornermaður. Niels Pauli Danielsen er ónøgdur við at løgmaður hevur arbeitt í sjálvdrátti. ? Men tað er honum so líkt. Hygg eftir hvussu hann gjørdi tá
annars vera eina misskiljing, um fólk halda, at tað er Óli Breckmann, sum er leiðari fólkafloksins. -Mær vitandi er Anfinn Kallsberg formaður í flokkinum, og Óli Breckmann er formaður í tingbólkinum. Hann [...] -Óli Breckmann er ikki løgmansevni hjá mær og ikki landsstýrievni í heila tikið. Tað er Anfinn Kallsberg, sum er løgmansevni. Hetta sigur Jógvan Sundstein, fyrrv. formaður fólkafloksins, nú Óli Breckmann [...] ni hevur ein bara góðtikið, at hann er har. Jógvan Sundstein er vónsvikin av, at Óli Breckmann longu undan valinum hevur kastað saman við sambandsflokkinum. Hann er eisini keddur av, at tingmaðurin brúkar
óheppið, at tingið hevur tikið avgerð um, at tað skal ikki arbeiða víðari við málunum, nú tað er skrivað út val. -Hetta nýttist tingið als ikki at gera, og tað er beinleiðis forkastiligt. Tí meiningin [...] Müller -Tingið eigur at verða kallað saman beinanvegin fyri at geva løgmanni eina misálitisváttan. Hetta heldur fyrrv. løgmaður Jógvan Sundstein, sum hóast hann hevur tikið seg úr politikki, kortini fegin [...] heldur, at av tí at løgmaður hevur avgjørt at verða sitandi í hesi støðu, hevur tingið einki annað val enn at geva honum eina misálitisváttan.
tíverri tykist ikki, sum um politikarar koma ásamt um at gera nakað munagott við hetta álvarsmál, segði formaðurin í FA. Hon segði, at tað tykist, sum um politikarar bara hugsa um, hvussu alt kann miðsavnast [...] Arbeiðarafelag, sum er hetta vikuskiftið, fýltist Ingeborg Vinter, formaður í FA, m.a. enn einaferð á, hvussu lítið politikarar gera fyri at koma arbeiðsloysinum til lívs. Arbeiðsloysið er stórt við sama [...] at tað, sum hendir, er, at fólkatalið minkar í teimum plássum, har ið stórt arbeiðsloysi er, tí onki er hjá fólki at flyta aftur til. Eg vildi ynskt, at teir politikarar, sum nú um stutta tíð fara at
keypiorkan aftur fer at lækka ikki minni enn 2%. Enn er langt á mál Tað stóra fallið í keypiorkuni var frá 1991 til 1995, tá ið hon lækkaði um 20%. Síðani tá er keypiorkan kvinkað uppeftir aftur. Men kanningar [...] Arbeiðarafelag, vísa, at enn er langt á mál til tað mista er vunnið innaftur. Kanningarnar vísa, at síðani 1995 er reallønin hækkað 3,7% - tilsamans. Men útrokningarnar vísa eisini, at tað er bara í 1996, at gongdin [...] Prísvøksturin, sum er brúktur, er tann sami sum prístalsvøksturin ár um ár. Prísvøksturin fyri 1998 er mettur til 3%. Búskaparfrøðingurin hjá Føroya Arbeiðarafelag heldur ikki at tað er sannlíkt, at prí
skal í ár betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn starvsbróðurin, á sjónum, sum forvinnur tað sama. Hetta er ein avleiðing av nýggju reglunum í skattalógini um, at sjómenn skulu fáa ein frádrátt uppá 15% [...] góðar 150.000 krónur um árið. Og av teimum 150.000 skal hann betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn ein sjómaður, sum eisini forvinnur 150.000 krónur. Hjá tí tímalønta á landi er skatturin góðar 55.000 [...] skatti, enn sjómaðurin skal, hóast báðir forvinna tað sama, verður størri og størri, jú hægri lønin er. Av eini inntøku uppá 200.000 krónur, skal tann á landi betala 18.000 krónur meiri í skatti, enn fiskimaðurin
høvdu fólk gloymt, at tað var eitt hjá Tróndi! Vakurt, litfagurt og spennandi er hetta verkið ein varði um, at Tróndur er vorðin ein royndur tónasmiður, og vit kunnu bert síggja fram til nógvar fleiri [...] óført, meðan teir spældu hetta verkið. Eins og onnur verk hjá Edvardi var hetta í einum satsi, býtt upp í tríggjar partar, skjótt, spakuligt, skjótt. Eg gleði meg til at hoyra hetta verkið aftur. Onnur helvt [...] Restorff presenteraði í stuttum verkið og temaið í tí. Verkið er ein langur satsur og er eitt sett av variatiónum bygt yvir eina røð av nótum. Hetta kundi ljóðað, sum var tað bert eitt langt, torskilt og keðiligt
grundarlagið undir kommununnar rakstri, bara hetta var torført. Og tá hetta samstundis var í ringastu niðurgangstíðum her á landi, so er væl skiljandi, at hetta var eingin løtt uppgáva. men við Ova sum leiðara [...] Røddin er tagnað, fjørðurin er rógvin og árarnar eru lagdar inn. Tann tilmálda tíðin var nú runnin út, og her og eins og hjá okkum øllum var nú farið um tað liðið, sum bert gongur ein vegin. Ove Djurhuus [...] stóð um tað arbeiði, sum her var framt, og tað var tað. Tí ikki er tað lætt at umsita eina kommunu, tá landsmyndugleikarnir vóru í andstøðu til tað, sum bleiv framt og settu forðingar í vegin. Hetta vóru
verður hetta vikuskiftið, men hóast flestu liðini bert hava tveir dystir eftir at spæla, er framvegis nógv eftir at spæla um. Tað einasta, sum kann sigast við vissu er, at mansliðið hjá VÍF er føroyameistari [...] spæla fyri enn Kyndil, men fyri kyndlamenn hevði tað verið ein ringur endi upp á eitt ringt kappingarár, um liðið tapir móti Neistanum í morgin. So hóast tað í roynd og veru bert er ivi um endastøðurnar [...] Stjørnuna úti hetta vikuskiftið, og hóast Stjørnan er niðast og StÍF ovast, kann hetta gerast ein lumpin dystur fyri strandakvinnur. Men StÍF-kvinnurnar kunnu sjálvar avgera sína lagnu, og um tær vinna á