Næstseinasta umfar í hondbóltslandskappingini verður hetta vikuskiftið, men hóast flestu liðini bert hava tveir dystir eftir at spæla, er framvegis nógv eftir at spæla um. Tað einasta, sum kann sigast við vissu er, at mansliðið hjá VÍF er føroyameistari. Tað varð greitt longu seinasta vikuskiftið, tá StÍF vann á H71 í Havn.
Og tað eru júst VÍF og StÍF, sum í dag spæla oddadyst í Vestmanna. Hóast vestmenningar longu eru føroyameistarar, ætla teir sær so avgjørt ikki at slaka nakað í teimum seinastu tveimum dystunum í kappingini ? í dag móti strandingum og so næsta vikuskifti móti H71.
Strandingar hava í skrivandi løtu eitt silvurpláss at verja, og tað fara teir ivaleyst at satsa uppá, nú FM-møguleikin er fokin.
H71, sum stríðist við StÍF um silvur- og bronsumerkini, spælir í morgin á Skála móti KÍF, sum sær út til at hava tryggjað sær lívið í 1. deild.
Hóast Neistin í botninum í løtuni er trý stig aftan fyri KÍF, er tað als ikki vist, at neistamenn flyta niður, tí viðurskiftini í 2. deild eftir øllum at døma eru eitt sindur ógreið í løtuni.
Í morgin er lokaluppgerð í Havn, tá Neistin og Kyndil tørna saman. Neistin hevur á stigatalvuni meira at spæla fyri enn Kyndil, men fyri kyndlamenn hevði tað verið ein ringur endi upp á eitt ringt kappingarár, um liðið tapir móti Neistanum í morgin.
So hóast tað í roynd og veru bert er ivi um endastøðurnar hjá StÍF og H71, so hava allir dystirnir í morgin týdning, summir meiri enn aðrir.
StÍF-kvinnurnar
kunnu sjálvar avgera
Stóri dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið er í Havn millum nummar tvey og trý, Kyndil og Neistan. Hesi bæði liðini hava spælt fleiri javnar og spennandi dystir í ár, ikki minst í steypafinaluni fyri einum góðum mánaði síðani, tá longd leiktíð mátti til fyri at finna ein vinnara.
Liðið, sum tapir í morgin, missir møguleikan fyri at gerast føroyameistari, meðan vinnarin fær heiðurin at geva StÍF kapping til tað seinasta.
Oddaliðið StÍF hevur Stjørnuna úti hetta vikuskiftið, og hóast Stjørnan er niðast og StÍF ovast, kann hetta gerast ein lumpin dystur fyri strandakvinnur. Men StÍF-kvinnurnar kunnu sjálvar avgera sína lagnu, og um tær vinna á Stjørnuni sunnudagin, og Kyndil og Neistin samstundis spæla javnt í Havn, er StÍF føroyameistari hjá kvinnum.
Men um nú Kyndil vinnur á Neistanum í morgin, kann seinasti dysturin í kappingarárinum millum StÍF og Kyndil á Skála gerast sera áhugaverdur.
Men fyrst skal Kyndil vinna á Neistanum í morgin, og tað verður ein trupul uppgáva.
Neistakvinnurnar hava heldur ikki givið upp enn. Tær hava ein útsettan dyst móti GÍ eftir, og vinna tær hann, eru tær aftur á jøvnum føti við Kyndil, og seinasti dystur hjá Neistanum er heima móti VB 28. mars. Men um Neistin skal gerast føroyameistari, mugu tær fáa hjálp frá antin Stjørnuni ella Kyndli.
Triði dysturin í kvinnudeildini hetta vikuskiftið er millum VB og GÍ í Vági, og liðið, sum vinnur her, tryggjar sær samstundis plássið í ovastu deildini.