-Óli Breckmann er ikki løgmansevni hjá mær og ikki landsstýrievni í heila tikið. Tað er Anfinn Kallsberg, sum er løgmansevni.
Hetta sigur Jógvan Sundstein, fyrrv. formaður fólkafloksins, nú Óli Breckmann hevur markerað fólkaflokkin seinastu tíðina.
Jógvan Sundstein er ein av teimum fólkafloksmonnunum, sum halda, at bæði málburðurin og atburðurin hjá Óla Breckmann kann koma at skaða flokkin til eitt komandi løgtingsval. Hann sigur, at hann á ongan hátt kann taka undir við orðalagnum hjá Óla Breckmann, nú hesin hevur lagt eftir starvsfólkunum á almennum stovnum so sum Strandferðsluni og fyri ikki langari tíð síðani, eisini starvsfólkunum á Almannastovuni.
Jógvan Sundstein heldur tað annars vera eina misskiljing, um fólk halda, at tað er Óli Breckmann, sum er leiðari fólkafloksins.
-Mær vitandi er Anfinn Kallsberg formaður í flokkinum, og Óli Breckmann er formaður í tingbólkinum.
Hann vísir á, at sjálvt um fólkatingsvalið gav Óla Breckmann eitt stórt tal av atkvøðum, so varð úrslitið av tí valinum meira ein ásannan av tí, sum John Petersen og Anfinn Kallsberg hava gjørt, enn tað var ein Ólaeffekt, sjálvt um tað var Óli Breckmann, sum fekk flestu atkvøðurnar.
-Veljarin hevur í veruleikanum valt fólkaflokkin, men av tí at Óli Breckmann hevur sitið sum fólkatingsmaður, so er tað ein vani at velja júst hann.
Jógvan Sundstein sigur víðari, at tá vit koma til eitt løgtingsval, so fer ein maður sum Bjarni Djurholm at fáa fleiri atkvøður enn Óli Breckmann.
-Men heldur tú ikki, at Óli Breckmann við sínum sera skendsku álopum á m.a. fólk í almennum størvum setir fót fyri sínum egnu partamonnum, sum fegnir vilja hava atkvøður frá hesum somu fólkum?
-Jú. Tað skal eg ikki vísa aftur. Óli Breckmann hevur altíð verið ein trupulleiki við sínum máta at tosa og vera uppá. Men eftirhondini hevur ein bara góðtikið, at hann er har.
Jógvan Sundstein er vónsvikin av, at Óli Breckmann longu undan valinum hevur kastað saman við sambandsflokkinum. Hann er eisini keddur av, at tingmaðurin brúkar so ljótan málburð í sambandi við fólk og stovnar.
-Hinvegin kann eg bert ásanna, at hann er formaður í tingbólkinum, nú Anfinn Kallsberg situr í landsstýrinum.
Jógvan Sundstein dylur heldur ikki fyri, at atburðurin hjá Óla Breckmann kann vera við til at skapa trupulleikar, tá fólkaflokkurin skal finna sær samstarvsflokkar.
-Men tað hevur altíð víst seg, løgið nokk, tá fólkaflokkurin hevur verið í samgongu, at Óli hevur verið ein góður samstarvsmaður.