Misálit á løgmann

Fyrrverandi løgmaður, Jógvan Sundstein mælir tingmonnum til at geva Edmund Joensen, løgmanni misálit

Jan Müller


-Tingið eigur at verða kallað saman beinanvegin fyri at geva løgmanni eina misálitisváttan. Hetta heldur fyrrv. løgmaður Jógvan Sundstein, sum hóast hann hevur tikið seg úr politikki, kortini fegin vil gera viðmerking til politisku gongdina.

Jógvan Sundstein heldur tað vera sera óheppið, at tingið hevur tikið avgerð um, at tað skal ikki arbeiða víðari við málunum, nú tað er skrivað út val. -Hetta nýttist tingið als ikki at gera, og tað er beinleiðis forkastiligt. Tí meiningin við nýggju stýrisskipanarlógini var tann, at útskrivan av einum vali ikki skuldi seta forðingar í vegin fyri tingarbeiðinum. So har hevur formansskapurin tikið eina heilt skeiva avgerð.

Jógvan Sundstein heldur tað vera fullkomiliga burturvið, at løgmaður brúkar eitt innanhýsis floksstríð sum grundgeving fyri at útskriva val.

Hann heldur, at av tí at løgmaður hevur avgjørt at verða sitandi í hesi støðu, hevur tingið einki annað val enn at geva honum eina misálitisváttan.