Normann Christensen sum visti, hvussu arbeiði skuldi gerast. Slíkt inniber næstan, at tú hevur fingið sjálvan Várharra, ella í øllum førum eitt slag av yvirmenniskja, at arbeiða fyri teg, heldur Kjartan Hoydal [...] at góðtaka nýggja bygnaðin. Hann var óegnaður til føroysk viðurskifti, hildu teir. Ein kostnaðarmeting, sum Kjartan Hoydal, fyrrverandi fiskimálastjóri, hevur gjørt, vísir, at rakstrarkostnaðurin av meg [...] fólk er sett ístaðin. Nýggjur bygnaður og nýtt fólk, sum skulu brúka eini 10-15 ár til at fáa fyrisitingina at virka til fulnar, tí starvsfólkið stríðist við at fáa nýggju skipanina at virka. Av tí sama
1930, ella har á leið, so kundi tú skilt slíkan málburð. Men nú vit skriva ár 2000, gevur tað lítla meining. Hvønn føroying kennir Hanus Andreassen, sum ikki vil hava sjálvstýri og sjálvræði? Við ella uttan [...] ugaðan? Hvat er sjálvstýri? Nú verður tosað og skrivað um hvussu vit skulu skilja heitið ?ríkisfelagsskapur?. Men vit kunnu eins væl spyrja, hvat veruligt sjálvstýri og sjálvræði merkir? Hvat er tað veruliga [...] veruliga sjálvstýrið, sum okkum tørvar í dag? Hvat er eitt sjálvstýri, sum ikki eisini hevur eitt fíggjarligt og búskaparligt sjálvræði? Um ikki formelt, so hava vit tó eitt stórt reelt sjálvræði og sjálvstýri
Porkeningurin hevur fragd í at meta útlendsk ferðafólk og samanbera tey við føroyingar. - Føroyingar eru aldri í regnklæðum. Men tú sært næstan ikki útlending, uttan hann er væl bjálvaður. Tú hómar bara eyguni [...] longsulin, ið komu til sjóndar við fráferð, hava borið ávøkst. Longu væl og virðiliga hálsfevn, koma tey til Oyrargjáar at bíða eftir Sam. Og tey sleppa nærum ikki hvørjum øðrum í bilum, bussum ella standandi á [...] ferðaseðlaprísinum. Tá ið motorarnir tagna Sofus hevur siglt á sundinum síðani 1982, og stendur tað til hansara, verður hann siglandi nøkur ár afturat. Spurdur um, hvat verður av skiparinum á Sam, tá ið opið verður
at meðan 80-árini vórðu brúkt til at tosa um ognarrættin til undirgrundina, so vórðu 90-árini merkt av marknatrætuni við bretar umframt sjálvari tí fysisku fyrireikingini til fyrstu leiting á landgrunninum [...] skipar fyri í kvøld. Vit hava annars á hesum stað lagt upp til, at Norðurlandahúsið komandi árini verður karmur um ráðstevnur, hoyringar ella hvat tað nú kann eita, har nettupp framtíðar oljuvinnan og árin [...] búgva okkum út til at taka ímóti hesi vinnu, eitt nú á íbúðarøkinum, á barnagarðs- og skúlaøkinum, hvussu er stætt við gistingarhúsum, við hølum til skrivstovur, ja við arbeiðsmegi, fólki til at manna størvini
er tað soleiðis, at um tú fyrst hevur sett ferðina niður, er sera trupult at fáa hana nóg høga aftur, og soleiðis var eisini ferð. Hvørt tað var spæliætlanin, sum eydnaðist, ella orkan, ið gekk undan, skal [...] hinvegin hava teir tveir dystir til góðar. Eisini fingu teir víst, at breiddin í hópinum er nóg stór, til at teir kunnu vera týðandi leikarar fyri uttan. Áki Mørk, sum hevur leikt sera væl seinastu dystirnar [...] r endaðu eisini omanfyri ella við síðuna av málinum, og tá bólturin so endiliga fekk kós móti málinum, megnaði Lars Winther aloftast at verja fyri. Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist somikið
Sagex Petroleum. Saman útgera hesi eina alliansu, sum hevur eitt týdningarmikið netverk til veitarar oo. Føroya Kolvetni fer so at senda umsókn til oljumyndugleikarnar um at vera við í 1. útbjóðing. Men [...] nettupp breiddin tvs. tú hevur góðar fíggjar- og ídnaðaríleggjarar, sum kunnu viga tungt. Í hesum sambandi eru eisini møguleikar fyri at fáa kompetansu frá fólkum við tilknýti til bæði reiðarívirksemi, [...] fíggjarstjóri hjá Dana. Bjartskygdur Terje Hagevang, sum hevur verið við í kanningunum á Føroyaøkinum frá byrjan er sera bjartskygdur og hevur góðar vónir um, at olja finst við Føroyar. Hann heldur eisini
Tað sært tú ongan trupulleika við? ? Tú fært ongan fyrimun av at skriva eina bót fyri tað um ein maður syngur úti á vegnum. Hann syngur bara aftur dagin eftir. So hevur tað størri ávirkan, um tú roynir at [...] borgarunum ikki hevur verið heilt í tráð við reglurnar. Tað búgva bert 2.600 fólk í Vágum. Er tað ikki trupult at taka óheftar avgerðir, tí tú antin ert í familju við ella kennir flestu fólkini, sum tú ert settur [...] at tosa hann til rættis í einum gemytligum tóna. ? Tað er ein balansukunstur at vera politistur úti á bygd. Í Havn skrivar tú allar bøtur, sum skrivast kunnu og so gloymir tú alt um tað. Tað er munin lættari
ongantíð liðug. Ein av politikarunum, sum hevur funnist mest at bygnaðarbroytingunum, er formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Og tað hóast, ella kanska júst tí, at hann var varaløgmaður í [...] megnaði til dømis ikki at tæna politikarunum við teirri neyðugu breiddini undan eini politiskari avgerð. Nógvar av atfinningunum undan valinum í 1994 vóru, at tað var ov lætt bara at vaða beint inn til lan [...] smannin og síðan sita tveireinir har og avtala fíggjarligar játtanir til bæði eitt og annað. Hetta varð sagt at vera ein orsøk til, at so nógvir pengar vórðu brúktir í áttatiárunum, og at tað endaði galið
gjørt heldur lítið til tess at marknaðarføra dystirnar. Hetta eru tó alt viðurskifti, sum til ber at betra um komandi tíðina, og Petur Ove var heldur ikki í iva um, at teir høvdu lært nógv av hesum dystinum [...] leitaðu aftur til sjeyti- og áttatiárini, tá føroyska landsliðið luttók í C-HM kappingunum. Síðani tá eru stórar broytingar farnar fram á ítróttarliga økinum her heima. Fótbólturin hevur í stóran mun yvirtikið [...] hetta helst eitt hóskandi mótstøðulið, hóast tað serliga í næsta dystinum var líkt til, at grønlendska liðið var ov veikt til føroyingarnir. Grønlendska liðnum væntaði tó nakrar av týdningarmestu leikarunum
útgevarin, sum, hóast hon valla hevur skilt nógv av tí, ið lisið var, óivað kortini hevur fingið eina mynd av tí nýggjasta í føroyskum bókmentum. Sum útgevari í Englandi hevur Pamela C. Ross sett sær fyri [...] mikrofonina betur til. Hann sang tvær yrkingar um várið, onnur var eftir Karsten Hoydal og hina hevði Ata í Líð skrivað, og eisini sang hann týðingina hjá Rikard Long Úr Rubaijat. Til allar yrkingarnar [...] týddar til onnur mál í størri mun enn gjørt verður í dag. Vónandi er enski útgevarin farin avstað aftur, um ikki beinanvegin, við einum føroyskum Einari Már Guðmundssyni, Vígdis Grímsdóttur ella Guðbergi