Í kvøld klokkan 19.30 verður skipað fyri einum almennum orðaskiftisfundi í útvarpshøllini. Evnið er ?Oljuríkidømi og samfelagslig árin?. Hetta er eitt evni, sum ikki hevur verið so nógv viðgjørt í tí almenna tjakinum, og tað hevur helst sínar orsøkir. Fyrst og fremst tann, at vit í dag ikki vita, um nøkur olja finst í undirgrundini og finst hon, tá vita vit heldur ikki, um talan verður um eina stóra framtíðar vinnu. Ein onnur orsøk er so tann, at meðan 80-árini vórðu brúkt til at tosa um ognarrættin til undirgrundina, so vórðu 90-árini merkt av marknatrætuni við bretar umframt sjálvari tí fysisku fyrireikingini til fyrstu leiting á landgrunninum. Nú eru vit so farin inn í eina nýggja øld - vit hava sett hol á ár 2000 - og er tí eisini stundin komin til at tosa um árin tað verið seg positiv og negativ - av eini komandi leiting og framleiðslu. Tað er eisini ein sannroynd, at almenna kjakið øll hesi seinastu árini hevur verið merkt av mongum stórum og álvarsligum málum.
NÚ undirgrundin er komin á føroyskar hendur - nú markið við Bretland er komið uppá pláss, og nú tingið hevur samtykt 1. útbjóðingina, er rætt at seta hol á umrødda kjakið. Og hetta eigur at verða gjørt bæði í fjølmiðlunum, á tingi og á slíkum tjakfundum, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri í kvøld. Vit hava annars á hesum stað lagt upp til, at Norðurlandahúsið komandi árini verður karmur um ráðstevnur, hoyringar ella hvat tað nú kann eita, har nettupp framtíðar oljuvinnan og árin hennara á okkara lítla samfelag, verða viðgjørd. So ?hoyringin? í útvarpshøllini í kvøld er ein frálík upphiting - ein góður botnur at leggja í so máta.
TAÐ er ynskiligt, at vit fáa eitt uppbyggjandi og konstruktivt orðaskifti, har flest allir tættir í hesum stóra máli verða tiknir upp. Verður olja funnin, hvussu brúka/burturleggja vit inntøkurnar skilabest? Hvussu vilja vit búgva okkum út til at taka ímóti hesi vinnu, eitt nú á íbúðarøkinum, á barnagarðs- og skúlaøkinum, hvussu er stætt við gistingarhúsum, við hølum til skrivstovur, ja við arbeiðsmegi, fólki til at manna størvini í nýggju vinnuni? Fer nýggja vinnan at skapa trot á arbeiðsfólki í øðrum vinnum, verða vit noydd at innflyta fólk uttanífrá? Hvussu við umhvørvinum, hvussu við mentanarlívinum osfr. Og tú kanst venda øllum hesum og spyrja, hvussu kann nýggja vinnan geva íblástur og skapa nýggjar karmar innan bæði vinnulív og mentan! Hetta og annað eru spurningar vit nú eiga at seta hol á.