Edvard Joensen
Tað skortar avgjørt ikki upp á atfinningar at bygnaðarbroytingunum, sum broyttu alla ta føroysku miðfyrisitingina í 1996. Atfinningarnar eru, at tað var ov nógv loynivirksemi. Og tær koma bæði frá embætismonnum og politikarum, hóast tað vóru hesir seinni nevndu, sum settu broytingarnar í verk.
Men Finn Norman Christensen vísir atfinningunum frá sær við teirri viðmerking, at hevði hann loyvt fleiri at verið við, varð verkætlanin ongantíð liðug.
Ein av politikarunum, sum hevur funnist mest at bygnaðarbroytingunum, er formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard. Og tað hóast, ella kanska júst tí, at hann var varaløgmaður í landsstýrinum, sum byrjaði arbeiðið við at broyta fyrisitingina.
Jóannes Eidesgaard situr á fundi saman við tingmanning Javnaðarfloksins. Tey viðgera eitt stórmál. Men hann metir tó, at tað eisini hevur týdning at tosa um miðfyrisitingina, so vit fara inn í eitt minni rúm við síðuna av Javnaðarhølunum á Gamla Apoteki.
Jóannes Eidesgaard greiðir frá, meðan hann kemur við tveimum kaffikoppum, at fyri løgtingsvalið í 1994 vóru nógvir politikarar, sum førdu seg fram uppá, at tað var ov lítið skil í fyrisitingini, og at nú mátti hesin trupuleikin loysast.
Og partar av atfinningunum vóru avgjørt rættir, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað vóru øki, sum ikki virkaðu nóg væl, og partar av fyrisitingini vóru ov veikir. Fyrisitingin megnaði til dømis ikki at tæna politikarunum við teirri neyðugu breiddini undan eini politiskari avgerð.
Nógvar av atfinningunum undan valinum í 1994 vóru, at tað var ov lætt bara at vaða beint inn til landsstýrismannin og síðan sita tveireinir har og avtala fíggjarligar játtanir til bæði eitt og annað. Hetta varð sagt at vera ein orsøk til, at so nógvir pengar vórðu brúktir í áttatiárunum, og at tað endaði galið í nítiárunum, greiðir Jóannes Eidesgaard frá, meðan pípuroykurin fyllir lítla rúmið.
Eisini frágreiðingarnar frá landsgrannskoðaranum umrøddu sama trupuleikan, so tað hekk líkasum í luftini, at okkurt álvarsligt skuldi gerast við hendan trupuleikan í miðfyrisitingini.
Broytingarnar byrja
Sjálvur gjørdist Jóannes Eidesgaard fyrstu ferð landsstýrismaður í 1991. Arbeiðsmarknaðarmálaráðharri og Almanna-og Heilsumálaráðharri. Tvey sera tung øki, sigur hann. Fyrisitingin, hann hevði, var ein fulltrúi og ein skrivari, sum bara arbeiddi hálva tíð. So hjá honum var eingin ivi um, at fyrisitingin skuldi styrkjast.
Høvuðsorsøkin til, at gongd kom á málið í 1995, var nýggja stýrisskipanarlógin, har skift varð frá kollegialum stýri til landsstýrismannaábyrgd. Og skuldu vit hava landstýrismannaábyrgd, var eingin ivi um, at fyrisitingin skuldi styrkjast, tí politikararnir høvdu ongan sum helst møguleika at klára seg við teirri fyrisiting, sum var. Spurningurin var bara, hvussu hetta skuldi gerast.
Og hví tað júst gjørdist Finn Norman Christensen, sum skuldi gera arbeiða, dugir Jóannes Eidesgaard enn dagin í dag ikki at siga. Og um hann nakrantíð fær tað at vita, mugu gudarnir vita, leggur hann aftrat.
Tað, sum hendi, var, at Edmund Joensen, táverandi løgmaður, kallaði inn til landsstýrisfund, har hann kunnaði um, at nú var ætlanin at seta hendan mannin sum samskipara í samband við tær bygnaðarbroytingar, sum skuldu gerast í fyrisitingini. Sagt varð, hvør maðurin var, hvørjar royndir hann hevði, og hvaðani hann kom. Og har var bert eitt navn á borðinum, sigur Jóannes Eidesgaard, so møguleikar fyri samanberingum vóru eingir. Heldur ikki kom nakrantíð nakar skrivligur arbeiðssetnigur fyri, hvat maðurin skuldi gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
»Tað er rætt, at maðurin ongantíð hevði nakran skrivaðan arbeiðssetning at halda seg til«, sigur Edmund Joensen, sum setti Finn Norman Christensen í starv.
Politisku myndugleikarnir høvdu sjálvandi gjørt av, hvat vit vildu hava, greiðir Edmund Joensen frá. Men uppgávan var við vilja ikki løgd føst frammanundan, júst fyri at finna eina loysn, sum kundi lagast eftir okkara lítla samfelag og fáa fram teir fyrimunir, sum lógu í tí. Sum til dømis at sleppa undan dupultari fyrisiting.
Men Finn Norman Christensen heldur sjálvur, at hann hevði ein heilt greiðan arbeiðssetning.
»Arbeiðssetningurin er skrivaður niður í tann sáttmálan, eg gjørdi við Landsstýrið. Og har stendur í, at eg skuldi gjøgnumganga miðfyrisitingina«, sigur Finn Norman Christensen.
Ov lítil kunning
Nógv av arbeiðinum hjá Finni Norman Christensen varð gjørt í loyndum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað vóru fleiri, sum undraðust á, at so lítið frættist frá verkætlanini. Til tess svaraði løgmaður, at maðurin skuldi hava arbeiðsfrið. Hann skuldi finna út av, hvussu føroysk fyrisiting virkaði og síðan koma við uppskoti til broytingar.
Finn Norman Christensen er ósamdur við teir politikarar, sum siga, at teir onga kunning hava fingið. Hann sigur at hann hevði ein fund við umboð fyri politisku flokkarnar, har teir vórðu kunnaðir um tað, sum hendi. Men tað er greitt, at tað var uppgávan hjá Landsstýrinum at kunna víðari. Hann metti ikki, at tað var nakað, hann hevði ávirkan á.
Hann hevði gjørt eitt uppskot, sum hann hevði latið Landsstýrinum, og so mátti Landsstýrið um, hvat gjørt varð við tað. Men hann hevði eisini kunnað aðrar vegir. Og serliga Løgtingið var kunnað. Fundur hevði verið við allar floksformenninar. Og eisini varð tilfarið givið út og latið bókasøvnunum. So tað var rættiliga alment atkomiligt, vísir Finn Norman Christensen á.
Til tær atfinningar, sum komu aftan á frá millum øðrum politikarum, sum høvdu sitið í landsstýrinum, sigur hann, at hann lat frá sær tað, hann varð biðin um.
»At føroyskir politikarar seinni hava skift fatan, er so teirra trupuleiki og ikki mín«, sigur Finn Norman Christensen.
Løgtingið uttanfyri
Tað hoyrast fótafet í trappuni í móttøkuni í Tinganesi. Har kemur ein rundur maður, hvítklæddur við upprullaðum ermum, niður gjøgnum tær breiðu trappurnar. Í hondini hevur hann eitl skjalabunti. Ovasti knappur á teirri myrkabláu skjúrtuni er opin, og slipsið hongur eftir løgg.
Han steðgar ikki á, men sigur í tí, hann fer framvið:
»Ná, ert tú her. Hasin fundurin gjørdist drúgvari enn ætlað. Kom inn her. Tað larmar so illa úti á skrivstovuni hjá mær sjálvum. Handverkarar, sært tú.«
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur verið leingi í politikki og er við tíðini vorðin ein roynd rotta í fakinum. Tá Finn Norman Christensen gjørdi sínar bygnaðarbroytingar, var Anfinn Kallsberg í andstøðu í Løgtinginum og umboðaði Fólkaflokkin í Fíggjarnevndini.
Og Anfinn Kallsberg leggur avgjørdur dent á, at andstøðan avgjørt einki sum helst fekk at vita um tað, sum fór fram. Har kom eitt einsamalt skjal til fíggjarnevndina, meðan hann var limur. Umsóknin varð aftursend, tí samsvar var ikki millum tað, søkt varð um, og tær útreiðslur, sum uppsettar vóru.
Finn Norman Christensen sigur, at hann helt avgjørt einki dult fyri nøkrum. Men hann helt seg ikki hava nakra ábyrgd fyri Løgtinginum, tí tað var Landsstýrið, sum hevði sett hann í starv.
»Eg síggi soleiðis upp á tað, heilt greitt, at eg havi fingið eina uppgávu frá Landsstýrinum. Og so haldi eg, at víðari gongdin eigur at verða stýrd av Landsstýrinum. Tað eru teir, sum hava biðið um hetta, og teir fáa eina vøru. Og so mugu teir avgera, hvat teir vilja við henni.«
Reið á fleiri hestum
Finn Norman Christensen var aðalstjóri í Tinganesi, samstundis sum hann var verkætlanarleiðari fyri bygnaðarbroytingunum. Sum aðalstjóri arbeiddi hann sum eitt slag av ráðharraskrivara hjá løgmanni. Og tað er greitt, at tað var ein ógvuliga stór uppgáva, viðgongur hann.
Hann sigur, at eftir at hava verið har nakrar mánaðar, fekk hann tosað við løgmann um at seta ein løgmansskrivara, tí tað tók ov nógva tíð at røkja tvey størv samstundis. Og tí varð eisini ein løgmansskrivari settur, sigur Finn Norman Christensen.
Tað var í eini ófriðaligari tíð, alt hetta gekk fyri seg, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Hann er sannførdur um, at Finn Norman Christensen brúkti nógv meira tíð upp á at vera skrivstovustjóri hjá táverandi løgmanni, Edmundi Joensen, enn at arbeiða við bygnaðarbroytingunum, hóast tað skuldi vera høvuðsuppgáva hansara.
Finn Norman Christensen sigur, at hann í byrjanin nýtti umleið tríggjar fjórðingar av av síni tíð til bygnaðarbroytingarnar. Sum fráleið vaks hesin parturin, og at enda arbeiddi hann burturav við hesum, sigur hann.
Men Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, sigur, at tað var ein treyt fyri at kunna fullføra bygnaðarbroytingarnar, at hann samstundis var aðalstjóri.
Anfinn Kallsberg er ikki samdur við Edmundi Joensen í, at tann milliónin, Finn Norman Christensen fekk fyri sítt arbeiði, er best latna milliónin í føroyskari fyrisiting.
»Tað má standa fyri hansara egnu rokning«, heldur Anfinn Kallsberg turrisliga fyri.
Afturlatið land
Finn Norman Christensen helt kortini tætt at kroppinum. So tætt, at bara hann sjálvur og makkarin, Edmund Joensen, kendu tey.
Jóannes Eidesgaard, sum eftir løgtingsvalið í 1994 var vorðin fíggjarmálaráðharri, sigur, at politikararnir avgjørt einki fingu at vita. Og sum fíggjarmálaráðharri var hann ógvuliga ónøgdur við, at hann einki fekk at vita um, hvørjar til dømis fíggjarligu avleiðingarnar av bygnaðarbroytingunum fóru at verða.
Hann fær stuðul frá Peturi Alberg Lamhauge, aðalstjóra í Fíggjarmálastýrinum.
»Mín politiski leiðari, Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, tosaði opið og erliga um tingini«, greiðir Petur Alberg Lamhauge frá. »Trupuleikin var bara, at hann fekk einki at vita. Í summum førum visti hann minni, enn vit vistu«, sigur hann. »Tað hendi fleiri ferðir, at eg segði honum ymiskt, sum eg hevði fingið at vita, men sum hann als einki visti um.«
Petur Alberg Lamhauge sigur, at Finn Norman Christensen arbeiddi mestsum loyniligt og ógvuliga tætt saman við Edmundi Joensen. Og tað var ein vanlukka, at tann arbeiðshátturin varð valdur, sigur hann.
Han metir, at tað hevði verið betri at sett ein arbeiðsbólk við limum úr øllum samgonguflokkunum. Og allarbest, um allir flokkar í Løgtinginum vóru umboðaðir.
Tað kundi verið nógv betri, um støðið var breiðari. Á tann hátt hevði verið meira politisk góðkenning í staðin fyri, at tað bara var ein flokkur, sum stýrdi øllum, sigur Petur Alberg Lamhauge. Og tí var heldur eingin, sum vildi kennast við úrslitið. Tað var bara Sambandsflokkurin, sum stóð aftan fyri verkætlanina.
Og tað endurspeglast eisini í dag. Tað er eingin, sum vil viðurkenna sær Finn Norman Christensen, sigur Petur Alberg Lamhauge.
»Við einum einstøkum undantaki«, leggur hann aftrat.









