Tað vóru gleðiboð, tá tað um ársskiftið frættist, at nú fór aftur ferð at koma á landsliðsarbeiðið hjá Hondbóltssambandinum, soleiðis at vit nú aftur kundu fáa eitt A-landslið, sum skuldi umboða Føroyar í altjóða høpi.
Grønland fyrsta royndin
Helst vóru tað fleiri, sum leitaðu aftur til sjeyti- og áttatiárini, tá føroyska landsliðið luttók í C-HM kappingunum.
Síðani tá eru stórar broytingar farnar fram á ítróttarliga økinum her heima. Fótbólturin hevur í stóran mun yvirtikið leiklutin hjá hondbóltinum, tá tosið fellur á altjóða luttøku, og í dag munnu tað helst vera fleiri, sum kenna til Føroyar orsakað av fótbóltinum, heldur enn hondbóltinum.
Veddingarpengarnir frá ÍSF hava tó gjørt tað gjørligt hjá HSF at fara undir eitt miðvíst landsliðsarbeiðið, og fyrsta royndin í hesum sambandi var so um vikuskiftið, tá grønlendska landsliðið kom á vitjan hjá okkum.
Passalig styrki
Tríggir dystir skuldu leikast, og sum kunnugt endaði tveir teirra við føroyskum sigri, meðan triði dysturin endaði við javnleiki.
Leikliga var hetta helst eitt hóskandi mótstøðulið, hóast tað serliga í næsta dystinum var líkt til, at grønlendska liðið var ov veikt til føroyingarnir. Grønlendska liðnum væntaði tó nakrar av týdningarmestu leikarunum, og tað var eisini sjón fyri søgn, at triði dysturin landanna millum var nógv javnari, serliga tí Jacob Larsen, sum dagliga leikar við GOG, var komin upp til henda dystin.
Væl nøgdur formaður
Eftir dystin sunnudagin í Vestmanna hittu vit formannin í Hondbóltssambandinum, Petur Ova Joensen, og spurdu vit hann, hvussu teir í HSF vóru nøgdir við tiltakið.
Samanumtikið var formaðurin sera væl nøgdur við byrjanina til nýggja landsliðstíðarskeiðið. Serliga legði hann dent á ta orku og tann vilja, sum leikararnir sjálvir høvdu lagt í fyrireikingarnar. Eisini legði hann afturat, at uttan alt tað sjálvbodna arbeiði, sum eisini var gjørt í hesum sambandi, høvdu teir ongan møguleika havt fyri at fyrireika hesum, og takkaði hann fyri alla ta hjálp, sum var veitt HSF til dystirnar.
Fyriskipanina av tiltakinum var hann sum so eisini væl nøgdur við, men kortini helt hann, at talið av áskoðarum hevði verið dekan ov lágt. Sjálvur helt hann, at hetta partvíst var orsakað av, at dystirnir vórðu leiktir á føstulávint, tá fólk kanska hava annað enn hondbólt í huganum, men eisini viðgekk hann, at teir kanska høvdu gjørt heldur lítið til tess at marknaðarføra dystirnar.
Hetta eru tó alt viðurskifti, sum til ber at betra um komandi tíðina, og Petur Ove var heldur ikki í iva um, at teir høvdu lært nógv av hesum dystinum.
Komandi tíðin
Spurdur um, hvat vit kunnu vænta viðvíkjandi A-landsliðnu komandi tíðina, segði formaðurin, at sum er, eru ongar fastlagdar ætlanir fyri komandi tíðina.
Ætlanin er at luttaka í HM-undankappingini, sum verður í januar mánaði komandi ár, men burtursæð frá hesum, er einki konkret á skránni enn. Arbeitt verður tó við at fáa onkrar venjingardystir í august ella september mánaði, umframt at tað eisini er ætlanin, at landsliðsleikararnir skulu vera saman við jøvnum millumbilum.
Eisin nevndi hann, at bæði grønlendingar og føroyingar vóru áhugaðir í einum víðkaðum samstarvi, á landsliðsøkinum, so talan eisini í framtíðini kann gerast um venjingardystir móti grønlendska liðnum, bæaði hjá kvinnum og monnum.
Nakað at byggja á
Hvussu verður og ikki við hesum, so er einki at ivast í, at hondbóltsáhugaði føroyingarnir ganga eini spennandi tíð á møti, nú gongd aftur er komið á landsliðið.
Dystirnir móti Grønlandi prógvaðu so avgjørt, at leikaratilfarið er á eini góðari leið, og veður lági meðalaldurin á liðnum havdur í huga, er púra greitt, at stórir møguleikar eru í ungu leikarunum.
Spurningurin er so, hvussu hesir kunnu mennast enn meira, og á tann hátt tæna føroyskum hondbólti best gjørligt.