Øll eru sjálvstýrishugað

Nú verður tosað og skrivað um hvussu vit skulu skilja heitið ?ríkisfelagsskapur?. Men vit kunnu eins væl spyrja, hvat veruligt sjálvstýri og sjálvræði merkir?

Í Sosialinum tann 26. februar í ár skrivar Hanus Andreassen, rithøvundur um politisku flokkarnar, at nakrir eru sjálvstýrishugaðir og aðrir ikki. Hetta minnir ikki sørt um skrivingina hjá Høgna Hoydal, sum eisini roynir at luta sínar landsmenn sundur í tveir bólkar.

Hetta er ein argandi málburður, sum ikki er vanligur at síggja frá Hanusi.

Um vit livdu í 1930, ella har á leið, so kundi tú skilt slíkan málburð. Men nú vit skriva ár 2000, gevur tað lítla meining.

Hvønn føroying kennir Hanus Andreassen, sum ikki vil hava sjálvstýri og sjálvræði?

Við ella uttan gjaldskyldu

Eru teir flokkar og politikarar, sum hava framt fleiri yvirtøkur uttan gjaldskyldu meira sjálvstýrishugaðir enn tey, sum heldur vildu yvirtaka við fullari gjaldskyldu?

Við loysingini ætlar samgongan at yvirtaka tað, sum eftir er at yvirtaka uttan gjaldskyldu. Kortini vil samgongan hava alt ræðið beinan vegin.

Vit skulu hava eina langa skiftistíð (Hanus nevnir 20 ella 25 ár), og tá hesi órímiligu krøv eru fráboðaði, skal samgongan byrja uppá sera truplar samráðingar heilt av nýggjum.

Sambandsflokkurin meira sjálvstýrissinnaður

Sambandsflokkurin heldur, at slík mannagongd er ósømilig og eisini óneyðuga trupul. Flokkurin vil ikki loysa frá verandi ríkiseind, men setur heldur ikki foringar fyri at minka um blokkin. Skal blokkurin minka, skal tað verða við yvirtøkum, sum hava fulla gjaldsskyldu.

Hvønn av hesum báðum háttunum heldur Hanus Andreassen vera mest sjálvstýrishugaðan?


Hvat er sjálvstýri?

Nú verður tosað og skrivað um hvussu vit skulu skilja heitið ?ríkisfelagsskapur?. Men vit kunnu eins væl spyrja, hvat veruligt sjálvstýri og sjálvræði merkir?

Hvat er tað veruliga sjálvstýrið, sum okkum tørvar í dag?

Hvat er eitt sjálvstýri, sum ikki eisini hevur eitt fíggjarligt og búskaparligt sjálvræði?

Um ikki formelt, so hava vit tó eitt stórt reelt sjálvræði og sjálvstýri. Men tað skal sjálvandi mennast og gerast enn størri, og tær bestu loysnirnar fyri at røkka hesum máli, finna vit í uppskotunum hjá Sambandsflokkinum og hjá Javnaðarflokkinum.

Hesir báðir andstøðuflokkar vísa á loysnir, sum eru munandi tryggari enn tær ætlanir, ið samgongan arbeiðir við.


Óneyðugt at loysa

Fyri okkum er tað óneyðugt at loysa Føroyar úr verandi ríkiseind, fyri at greiða sjálvstýris-spurningin. Somuleiðis er tað beinleiðis vandamikið at loysa, áðrenn vit kunnu vísa á hvussu vælferðin verður tryggjað.

Vit hava ikki fyri neyðini at samráðast út frá ongum. Vit vilja heldur varðveita øll verandi rættindi, og síðani samráða okkum fram til eina nýggja sømuliga og gevandi avtalu landana millum. Eina avtalu, sum tekur burtur teir vansar og misskiljingar, sum hava verið, og somuleiðis skal avtalan vera so rúmlig, at hon ikki setur forðingar fyri framhaldandi dagføring, menning og ynskjum um broytingar, frá føroyskari síðu.


Hava fólksins undirtøku

Nevndu ætlanir andstøðunnar eru eisini í fullum samsvari við tey 75%, sum seinasta veljarakanning vísti á, og um eg minnist løgmann rætt, so hevur hann sagt seg vilja arbeiða fyri teimum ynskjum, sum 75% av veljarunum hava, og tískil átti løgmaður og hansara flokkur at lurta meira eftir andstøðuni, heldur enn at krøkja seg so fastan til Tjóðveldisflokkin, sum vil hava alt ella einki.

Tað er mær ein gáta, hví Hanus Andreassen bert dugur at síggja ein teoretiskan møguleika fyri sínum sjónarmiðum í Nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins. Gamaní, ikki alt, men ein stórur partur at tí, sum Hanus skrivar, er í góðum samsvari við okkara uppskot

Tað er væl ikki so gali, at ein sosialistur als ikki kann brúka nakað, sum kemur frá tí borgarligu síðuni?


Tórshavn tann

29. februar 2000


Trygvi F. Guttesen