Darr, duggidugg, bumm! Og umaftur hinvegin; darr, duggidugg, bumm.
Sam spælir sama lag, nógvar ferðir um dagin, hvønn dag. Og byrjanin er altíð hin sama:
Dekkið darrar og svarti dieselroykurin stendur úr skorsteinunum, tá ið skrúva verður sett á teir báðar motorarnar.
Undirsjóvartunnilin er enn bert eitt eiti, og sum áður eru tær 660 hestakreftirnar undir tronga bildekkinum álitið. Flestu føroyingar hava kent darranina frá íkoblingini fara upp ígjøgnum nýpussaðu svartaskógvarnar og nakað væl niðan um kníggja. Men fáur man hava givið sær stórvegis far um hana annars.
Onki ósamljóð
Kvíkvíkingurin, Tummas Marni Joensen, stjórnar hestakreftunum í Vestmannasundið. Hann er einsamallur maskinmeistari umborð á Sam. Í roynd og veru er hann starvssettur umborð á Ternuni II, men royndirnar umborð á Sam eru drúgvar.
- Vit eru á forsíðuni á bløðunum beinanvegin, tá ið hóttafall kemur á. Tað áliggur mær at kenna trupulleikarnar, áðrenn teir gerast veruligir trupulleikar, tí skipið skal sigla, sigur kvívíkingurin, ið alla tíðina kennir spenningin av, hvussu neyðug motormegin á Sam er, um sleppast skal undan ósamljóði í føroyska samferslukervinum.
Passað og pussað
Og hjartað og æðraskipanin umborð á Sam hava tað gott. Fyri tað kundi ein stigi skóleysur inn í maskinrúmið. Dekkið er reint og nýmálað, og góðu gomlu Grenaa motorarnir skína í vónríkum ljósagrønum. Í stýriborði stendur einsamalli Volvo Penta motorurin til bógskrúvuna, ikki minni snøggur og vælhildin. Øll koparrørini eru blonk sum nýpussað skreyt, og amboðstalvan er fullkomin.
Á el-talvuni frammi á skotttinum eru nógvir knappar; har ímillum eisini neyðavbrótarin til 24 volts kaffimaskinuna í messuni.
Hann verður valla rørdur. Tí kaffimaskinan er sambindingarliður. Bæði millum teir fýra menninar umborð; og eisini millum manningina og føstu ferðafólkini.
Manningar hittast
- Klaverið spælir ikki uttan kaffi, sum ein ferðamaður í messuni tekur til.
Messuprátini eru mong, men ikki long. Meðan gestir og manning leska sær á hálvskonktu krússini, verður dúgliga hugt at klokkuni. Eisini hendan ársins fyrsta várdag, tá ið manningar hittast í messuni nakrar minuttir. Føroyska flogfarið fer á flog um knappar tveir tímar, og manningin á Atlantsflogi er undir dekki og drekkur nýbryggjað lágspenningskaffi.
Soleiðis sita sjómenn, fólk í luftini og einstakir bussførarir og hugna sær eitt lítið bil, meðan tveir av manningini ganga og stákast á dekkinum.
Eygleiðingar
Samstarvið millum teir báðar á dekkinum, stýrimannin, Johan Dam úr Porkeri, búsitandi í Funningi og dekkaran úr Klakvík, Jógvan Syderbø er gott. Tíðin loyvir bert stuttum prátum við ferðafólkið, og tí eru setningarnir kanska av vana vorðin greiðir og beinraknir.
- Pausur..? Tær verða brúktar til eykatúr, sigur Johan og smílist, meðan hann verður avmyndaður, veipandi eftir lastbilunum hjá Føroya Bjór og Restorff, ið koma klikkjandi í takt, reyv í reyv umborð ferjuna.
- Tak tú bara myndir, góði. Nógvar myndir verða eisini tiknar av okkum um summarið; ja, tað er neyvan nøkur útlendsk myndabók, ið eg ikki eri í, sigur hittinorðaði porkeringurin í Funningi.
Eygleiðingin gongur báðar vegir. Porkeningurin hevur fragd í at meta útlendsk ferðafólk og samanbera tey við føroyingar.
- Føroyingar eru aldri í regnklæðum. Men tú sært næstan ikki útlending, uttan hann er væl bjálvaður. Tú hómar bara eyguni í teimum, so væl eru teir vavdir inn í hetta plastikki, sigur Johan og sipar til regnklæðini.
Farvæl og væl afturkomin
Men hendan fyrrapartin eru eingir eyðkendir útlendingar við umborð. Kortini er ferðafólkafylgið litríkt, gevur ein sær far um tað.
Ferðafólk til flogførini eru eykend; í sløttum buksum, blonkum skóm og við nýkembdum hári. Eyguni bera brá av hesum serføroyska og álvarsama stevnufestinum, ið neyðugt er at brynja seg við, áðrenn stigið verður út í stóra heim. Onkur ekkafullur ferðamaður, ið annars starvast á opnum havi í øllum veðri, hevur fingið sær ein ráka til tess at taka broddin av ringasta ferðastikninum. Lagið er passaligt.
Ferðafólkafloymurin dregur eisini við sær onkrar longu lonsulsfullar konur og forelskaðar ungdómar, ið eru komin at fylgja teimum kæru á leið vestur ígjøgnum sundið.
Tjúgu minuttir seinni, tá ið skipið fer av Oyrargjógv er alt øvugt. Andlitini eru nýggj, men vónirnar og longsulin, ið komu til sjóndar við fráferð, hava borið ávøkst. Longu væl og virðiliga hálsfevn, koma tey til Oyrargjáar at bíða eftir Sam. Og tey sleppa nærum ikki hvørjum øðrum í bilum, bussum ella standandi á hekkuni, meðan siglt verður fram við Svøðini, streymoyarmegin.
Eyguni á rætta stað
Líta tey upp millum mussarnar, síggja tey kanska í knokkin á Sofusi Jacobsen, skipara.
Í fyrstu atløgu, tykist hesin blíðskortaði maðurin ikki serliga líkur einum skipara. Her eru ongar aksla- ella ermastrípur, ongin kaskettur.
Í dag skal Sofus leggja at einar 30 ferðir, og tá ið hann hevur lagt at fyrstu 3- 4 ferðirnar, sæst, at maðurin dugir tað, hann eigur at duga. Ongantíð sleppa mildu eyguni stavnhaldinum úr eygsjón. Hann hevur ábyrgdina av gomlu stálskútuni, og harvið verður tað. Fólk koma upp á brúnna, og skifta orð við skiparan úr Kvívík, men eygnasamband við hann er ikki við í ferðaseðlaprísinum.
Tá ið motorarnir tagna
Sofus hevur siglt á sundinum síðani 1982, og stendur tað til hansara, verður hann siglandi nøkur ár afturat. Spurdur um, hvat verður av skiparinum á Sam, tá ið opið verður undir sundinum, kann hann ikki bara sær:
- Er tað ikki upp á tíðina at ein verður uppsagdur..? Og man tað fara at bila, ha?. Tað rýkur úr øðrum skorsteinum, enn teimum hjá Strandferðsluni. Men eitt veit eg. Eg eri ov gamalur og skirvasligur at fara á opið hav. Kanska fylgji eg við Sam, tá ið motorarnir tagna her á sundinum, hugleiðir hann.
Alt hevur sína tíð. Men tað er við blandaðum kenslum, at Sofus hugsar um fasta sambandið.
- Var eg vágamaður, var eg glaður um fasta sambandið. Eg minnist, tá ið onki vegasamband var úr Kvívík til Havnar. Nú er onki at spikkulera upp á. Alt gongur sum eitt spæl. Eg seti meg í bilin, og løtu seinni eri eg í Havn, sigur dámligi kvívíkingurin.
Eins og maskinmeistarin umborð, veit Sofus, hvønn týdning teirra arbeiði hevur.
- Fyribils er Sam portrið til útheimin. Verður tað afturlatið, so steðgar alt upp. So hevði verið róp og levint av eini aðrari verð. Men tað hugsa vit ikki um, tí hetta er bara okkara arbeiði. Og tað riggar væl hjá okkum, tí vit arbeiða jú undir góðum og vælskipaðum umstøðum, sigur Sofus
Og væl er alt lagað. Eisini tá ið svongdin fer at gera um seg. Ongin kokkur er við, so ístaðin verður maturin borin manningini umborð, tá ið tíð er at skaffa.
Hesin steðgurin í einstáttaðu framførsluni hjá Sam er 40 minuttir langur. Tá sessast øll manningin í messuni.
Og tá ið bitarnir eru tugdir og svølgdir og tað gløðir úr fyrstu sigarettunum, lættir hugurin sær á. Farið verður at siga frá stuttligum søgum uttan úr heimi, tá ið menninir vóru yngri og meira ævintýrhugaðir, enn bara til at liggja í fastari sigling um Vestmannasund. Søgurnar úr so fjarskotnum londum sum Marokko og Trinidad og Tobago eru stuttligar, og eitt kærkomið høvi at eksperimentera við eksotiskum rútmum, meðan Sam hvílir seg.
Men løtu seinni spælir Sam aftur sama lag. Við vælsignilsi frá manningini: Darr, duggidugg, bumm. Og enn einaferð hinvegin; darr, duggidugg, bumm.









