.
Millum áhoyrarnar var eisini enski gesturin og útgevarin, sum, hóast hon valla hevur skilt nógv av tí, ið lisið var, óivað kortini hevur fingið eina mynd av tí nýggjasta í føroyskum bókmentum. Sum útgevari í Englandi hevur Pamela C. Ross sett sær fyri at geva út nýggjan íslendskan prosaskaldskap, og hevur forlag hennara, Mare's Nest, tey seinnu árini givið út fleiri av teimum nýggjastu íslendsku skaldsøgunum, eitt nú bøkur eftir Thor Vilhjálmsson, Einar Már, Vígdis Grímsdóttur, Guðberg Bergsson og Ólaf Gunnarsson.
Turið Sigurðardóttir legði fyri við stutt at geva eina lýsing av føroyskum bókmentum í dag. Tey, ið síðani lósu upp úr egnum skaldskapi, vóru: Jens Pauli Heinesen, Oddvør Johansen, Carl Jóhan Jensen, Hanus Andreassen, Jóanes Nielsen og Rakel Helmsdal.
Um tað var av tilvild ella ikki, so vísti tað seg at fleiri av høvundunum høvdu valt at lesa upp tekstir, ið snúðu seg um tað at skapa og skriva. Sjálvur haldi eg hetta vera mikið áhugavert, og tað gjørdu kanska eisini øll tey, ið sótu og lurtaðu í Klingruni. Men spurningurin er, um ikki hetta gjørdist í so einstáttað evni at lurta eftir í næstan hálvantriðja tíma.
Jens Pauli Heinesen spurdi: Hví skrivar tú? Oddvør Johansen sat uppi á atelierinum saman við Augusti Benadiktson, og meðan tey bíðaðu eftir íblástri, spurdi tey hvaðani inspiratiónin kom.
Carl Jóhan Jensen las um "jarðtekn ið ikki krevja orð". Og í sínum heilt egna stíli bað Jóanes Nielsen okkum ikki taka seg illani upp, tí hann yrkti eisini "fyri gullfiskunum, mánalýsinum og fyri øllum seymunum, ið halda takplátunum upp á pláss". - Nei, løtan var á ongan hátt keðilig.
Tvær ferðir inn ímillum tók vísusangarin Hanus Johansen og riggaði mikrofonina betur til. Hann sang tvær yrkingar um várið, onnur var eftir Karsten Hoydal og hina hevði Ata í Líð skrivað, og eisini sang hann týðingina hjá Rikard Long Úr Rubaijat. Til allar yrkingarnar hevði Hanus Johansen sjálvur gjørt løgini. Sum tann einasti av luttakarunum treiv Hanus í tað enska, og framførdi meistarliga yrkingina Annabel Lee eftir Edgar Allan Poe.
Umframt Oddvør vóru tað Hanus Andreassen og Rakel Helmsdal, ið lósu prosa. Søgurnar tey bæði lósu vóru av heilt øðrum slag enn tað, vit hoyrdu hini lesa, so her var ið hvussu er ein roynd gjørd at skapa vídd í innihaldinum. Av áhoyraraplássunum sást tú yvir á Nestorin í føroyskum skaldskapi í dag, Regin Dahl. Hann var komin at lurta eftir hinum.
Hetta var ein frálík løta í Klingruni. Og sum hjá Augusti Benadiktssyni so runnu tankarnir bæði niðan á Dalavegin og niðan á Varða, og teir steðgaðu eisini á við ta nýggju reglugerðina fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings. Vónandi verður hon so smidlig, at grunnurin í framtíðini fer at taka hædd fyri at føroyskar bókmentir verða týddar til onnur mál í størri mun enn gjørt verður í dag.
Vónandi er enski útgevarin farin avstað aftur, um ikki beinanvegin, við einum føroyskum Einari Már Guðmundssyni, Vígdis Grímsdóttur ella Guðbergi Bergssyni, so við einum boði upp á, hvussu vit bera okkum at við at fáa nýggjar føroyskar bókmentir fluttar beinleiðis úr føroyskum yvir í eitt av heimsins størstu tungumálum, - og her mugu vit sjálv eisini virka og stuðla. Norðurlandahúsið hevur tikið fyrsta stigið - og tað eiga tey stóra tøkk fyri.
Martin Næs