um, ið kom fram á vápnagoymsluna. Sagt verður, at málið um vápnagoymsluna hevur samband við tveir menn, sum vórðu settir í fongsul í november og skuldsettir fyri at hava latið ymsum brotsmannaliðum vápn
ikki fyrireikað til at taka sær av einum tílíkum yvirgangsálopi sum tí hjá Anders Behring Breivik, men hann legði afturat, at hóast ymiskt kundi verið betur, var løgreglan við til at bjarga mongum mannalívum
tættir. Við Sundsverkið steðgaði fyrst ein bilur, og bilurin aftan fyri hann náddi eisini at steðga. Men so kom tann triði og rendi inn í bilin framman fyri, so hesin varð skumpaður fram. So kom ein bilur
nýggju stýrisskipanini, sum bleiv samtykt á fólkaatkvøðu í februar, kunnu fleiri flokkar stilla upp. Men andstøðan hevur sagt, at hon viðurkennir ikki ta nýggju stýrisskipanina.
innlandsísurin. Altjóða samfelagið hevur sett sær sum mál at halda hitavøkstrinum niðan fyri tvey stig, men sum er bendir lítið á, at tað ber til at fáa semju um tey tiltøk, sum eru neyðug, um málið skal haldast
Post og ABC News hava gjørt. Har siga 46 prosent av teimum spurdu, at Obama roynist væl sum forseti, men 50 prosent eru ikki nøgd við avrik hansara. Hini ovast. Spurd, hvørjum fólk høvdu atkvøtt fyri, um
Higartil hevur Russland staðið undir liðið á stýrinum hjá Bashar al-Assad í Sýrialandi, men nú bendir okkurt á, at sambandið millum Moskva og Damaskus er viknað eitt sindur. -Tað er ikki okkara mál at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at ongin bráðvandi stendst av at taka hetta slagi av hostasevju, men evnini verða kortini mett at vera skaðilig í longdini og tí eru tey bannað í ES. Av tí sama verður
partrolaar vóru í dag á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum við 30 tonsum av upsa. Tað mesta var upsi II, men allar støddir fingu at kalla sama prís, so teir fingu 10,17 krónur í meðal fyri tey 30 tonsini. Knappliga
Miðeystri, har talið var 50 prosent størri enn í 2010. Vøksturin var serliga stórur í Saudiarabia og Iran, men gongdin var tann sama í Irak og Jemen. Kina er tó framvegis tað landið, sum tekur flest fólk av døgum