Harmonikusamanstoytur á Sundi

Fýra bilar vóru við í einum ferðsluóhappi á Sundi í morgun. Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið. (myndin er tilvildarlig)

Ferðslan var nógv móti Havnini í morgun, og bilarnir vóru tættir.

Við Sundsverkið steðgaði fyrst ein bilur, og bilurin aftan fyri hann náddi eisini at steðga. Men so kom tann triði og rendi inn í bilin framman fyri, so hesin varð skumpaður fram.

So kom ein bilur aftrat, rendi inn í bilin frammanfyri, og hesin varð so skumaður fram.

Ein í bili nummar tvey gramdi seg um pínu í nakkanum, varð løgd á børu og flutt á Landssjúkrahúsið.

Bilførarin í triðja bilinum fóru eisini við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Hví alt hetta hendir, veit politiið enn ikki at siga.