Í fjør vórðu í minsta lagi 676 fólk tikin av døgum í 20 londum eftir at hava fingið deyðadóm, og tað var 149 fleiri enn í 2010. Tað stendur í einari frágreiðing hjá Amnesty International. Serliga nógv fólk vórðu tikin av døgum í Miðeystri, har talið var 50 prosent størri enn í 2010. Vøksturin var serliga stórur í Saudiarabia og Iran, men gongdin var tann sama í Irak og Jemen.
Kina er tó framvegis tað landið, sum tekur flest fólk av døgum. Tað er tó ikki greitt, hvussu nógvir kinesarar vórðu navrættaðir í fjør, tí tað vilja myndugleikarnir ikki upplýsa.
USA og Hvítarussland eru tey einastu londini í Vesturheiminum, sum hava deyðarevsing. Í USA vórðu 43 deyðadømd fólk tikin av døgum í fjør.