Assad vrakar semingsuppskot

Forsetin í Sýrialandi, Bashar al-Assad, hevur vrakað uppskotini, sum hann fekk frá fyrrverandi ST-aðalskrivaranum Kofi Annan, og sostatt er líkt til, at semingsroyndin, sum Annan gjørdi vegna ST og Arabisku Samgonguna, er miseydnað.

Sambært amerikonskum embætismonnum hevur Assad svarað, at hann viðurkennir ikki Kofi Annan sum umboð fyri Arabisku Samgonguna, og at hann tekur einki stig, fyrr enn andstøðan hevur lagt vápnini.

Kofi Annan kom í gjár til turkiska høvuðsstaðin Ankara, har hann hitti umboð fyri sýrisku andstøðuna.

Sýriski forsetin kunngjørdi í gjár, at tjóðartingsval verður í landinum tann 7. mai. Sambært teirri nýggju stýrisskipanini, sum bleiv samtykt á fólkaatkvøðu í februar, kunnu fleiri flokkar stilla upp. Men andstøðan hevur sagt, at hon viðurkennir ikki ta nýggju stýrisskipanina.