Romney betur umtóktur enn Obama

Minni enn helmingurin av teimum amerikonsku veljarunum eru nøgdir við Barack Obama, forseta, og hevði forsetaval verið í dag, hevði hann tapt ímóti republikanaranum Mitt Romney.

Tað sæst í einari meiningakanning, sum Washington Post og ABC News hava gjørt. Har siga 46 prosent av teimum spurdu, at Obama roynist væl sum forseti, men 50 prosent eru ikki nøgd við avrik hansara. Hini ovast.

Spurd, hvørjum fólk høvdu atkvøtt fyri, um forsetaval hevði verið nú, og um valið hevði staðið millum Obama og Romney, svara 49 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Mitt Romney, meðan 47 prosent høvdu valt Obama.

Eygleiðarar siga, at hækkandi prísur á bensini kann vera ein orsøk til, at fólk hava vent sær frá Obama.

Amerikanska forsetavalið verður í november.