Higartil hevur Russland staðið undir liðið á stýrinum hjá Bashar al-Assad í Sýrialandi, men nú bendir okkurt á, at sambandið millum Moskva og Damaskus er viknað eitt sindur.
-Tað er ikki okkara mál at hjálpa pørtunum, hvørki teimum sýrisku myndugleikunum ella teirri vápnaðu andstøðuni. Vit vilja hava semju, sigur russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, nú. Hann leggur afturat, at Russland hevur ikki nakað serstakt samband við Sýrialand.
Russland og Kina hava verið fyri hvøssum atfinningum, tí tey brúktu sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti einum uppskoti, sum fordømdi ta harðrendu framferðina hjá sýriska stýrinum. Nú sigur Putin, at Russland vil hava vápnahvíld í Sýrialandi, og at teir stríðandi partarnir skulu seta seg niður at samráðast fyri at fáa enda á teimum menniskjaligu líðingunum.