Ísurin í Grønlandi kann hvørva

Vísindafólk siga seg nú vera komin eftir, at innlandsísurin í Grønlandi tolir minni hitabroytingar, enn vísindin higartil hevur hildið.

Kanningar, sum veðurlagsgranskingarstovnurin í týska býnum Porsdam hevur gjørt saman við lærda háskúlanum í Madrid, vísa, at verður tað 1,6 stig heitari enn nú, hvørvur allur tann grønlendski innlandsísurin.

Altjóða samfelagið hevur sett sær sum mál at halda hitavøkstrinum niðan fyri tvey stig, men sum er bendir lítið á, at tað ber til at fáa semju um tey tiltøk, sum eru neyðug, um málið skal haldast.

Týska blaðið Der Spiegel skrivar, at verður tað tvey stig lýggjari enn nú, hvørvur ísurin í Grønlandi eftir 50.000 árum. Verður tað hinvegin átta stig heitari enn í dag, hvørvur ísurin eftir 2.000 árum.