urin í fiskivinnumálum er seinasta offrið á hesi eirindaleysu herferð, men einaferð má hetta halda uppat, og hvat botnar alt hetta í. Jú ein skipasmiðja fór á húsagang, sum so nógv onnur virki, ið høvdu [...] hvussu nógv eru farin longur norður á oynna, ella heilt horvin í tykkara tíð? Og so vítt eg veit var hesin persónurin eisini viðvirkandi til at Kollafjord Pelagic ikki fór á heysin, og útlitini eru góð, um [...] løgtingsmonnum og teirra morali á ymiskum økjum, sum reiðarar, partaeigarar, sensorar o.m.a., teir vita alt ov væl sjálvir, hvønn eg meini við, men eg haldi, latið okkum støðga á eitt bil, áðrenn vit detta
Hennara lív var ikki altíð ein dansur á rósum, men hon var lívsglað og hvørja ferð sjúka rakti, stríddi hon seg við sínum sterka vilja á føtur aftur. Men eisini hon mátti sanna tað, sum sálmaskaldið so beinrakið [...] seinastu ferðunum hon var í Klaksvík, segði hon smílandi frá, hvussu stýrimenninir umborð á Dúgvuni høvdu tikið undir armin á henni og hjálpt henni, tí hetta var jú 'kaffikonan'! Lina var familjukær og átti nógvar [...] Nú var hennara lívsskeið at enda komið og virknar hendur faldaðar á seinasta sinni. Hon var troytt nú og trongdi til hvíldina. Tað verður løgið aftur at ganga fram við hugnaligu húsum hennara mitt í Havnini
sjónvarp og tær mongu skráirnar á alnetinum, segði Jógvan á Lakjuni, sum eisini vísti á, at blaðið innihaldsliga er broytt gjøgnum árini. - Tann vælkendi Baldrian, sum øll á mínum aldri uttan iva minnast [...] hesi hálvthundrað árini. Blaðið kom út á fyrsta sinni í 1928, og var tað Mikkjal á Ryggi sum tók stig til fyrstu útgávuna. Stundum hevur útgávuvirksemið ligið á láni, men síðani 1959 er blaðið komið út [...] hann og vísti á, at tað er merkisvert, at fleiri av teimum føstu teigunum hava hildið fram so at siga øll árini, tó lívgaðir upp við uppseting, litum, myndum og broyttum heiti. - Vit mugu sanna, at hetta ber
uppi í Grønlandi. Har løgdu foreldrini heldur ongantíð hond á børnini. Óvitarnir skuldu jú vaksa til at hava fullkomið álit á sær sjálvum á mangan vandamiklu veiðuferðunum. - Kanska tað eisini lá aftanfyri [...] missa tamarhaldið á sær sjálvum og brúka tykt í uppaling sínari. Vit upplivdu jú eina sanna kollvelting næst seinasta aldarskiftið: Sluppfiskiskapurin tók seg upp, fríhandilin varð settur á stovn, tjóðska [...] víst til ta bók Jørgen Landt skrivaði um Føroyar í 1799. Landt skrivar soleiðis um føroysku skikkirnar á hesum øki: Børne-Opdragelsen fortjener just ikke at roses; thi, formedelst Forældrenes lidt forvidt
Um stundin er komin at sanna, at samstarv er effektivari enn kapping, er møguligt, at føroyska samfelagið - ístaðin fyri at fylgja kappingarsamfeløgum ? kann leggja størri dent á samstarv heldur enn kapping [...] komandi OL-vetrarleikunum í Salt Lake city ? at teir ikki fara at stilla seg út á gøtuhornið og tosa fólki frá at fara inn á eina barr og drekka bjór. OL-forsetin Jaques Rogge biður um alheims vápnahvíld [...] 3500 hermenn, sum skulu veita trygd á øllum ítróttarøkjunum. Harafturat koma F-16 flogførini osfr. Jú, orðini: Citius, altius, fortius - Skjótast, hægst og sterkast, koma á ein ella annan hátt til sín rætt
avgera. Tó so at vit eisini kunnu hava ávirkan á, hvussu Guds skapanarverk lagar seg. Og her kunnu vit bert sanna orðini hjá fyrrverandi fisksølumanni í Sosialinum á nýggjárinum, har hann kemur við eini rættiliga [...] Útvarpið hevði sera áhugaverda sending nýggjársdag um framtíðina á hesum klettum. Samanumtikið varð sendingin merkt av bjartskygni og varð víst á nógvar gongdar leiðir at vinna fólki og landi nýggj arbeiðspláss [...] ta stóru óvissu, sum eitt nýtt 10 ár, eitt nýtt 100 ár og eitt nýtt 1000 ár hava at bjóða. Vit fara á hesum týðandi og lutvíst friðaliga vegamóti at ynskja øllum okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki
enn eg longu hava víst á. Djúptøkin tørvur er á broyting. Meiri skal til enn bara at hækka lønina. Tað má verða betri at arbeiða innan fyri eldraøkið! Í síðsta enda skulu starvsfólk á eldraøkinum hava stundir [...] lummapening." Gott nokk eru lønirnar nú á nøkunlunda sama stigi sum lønir hjá øðrum starvsbólkum við somu útbúgvingarlongd, men størsti trupulleikin er, at tey flestu á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð - [...] undir útbúgving. Greiðar ábendingar eru um, at hetta fer at hava við sær, at fleiri fara at søkja inn á skúlan. Vit hava prógvað tað fyrr, nevniliga tá ið skúlin byrjaði í 2001, og vit fingu fullar flokkar
heystval til løgtingið, so tykist mangt benda á, at vit fáa eitt várval til Fólkatingið, og har benda kanningar á, at tey fáa eitt stjórnarskifti. So greiðar ábendingar hava vit ikki her, tí hóast [...] november. Tað var í 1970, tá Atli Dam skipaði sína fyrstu samgongu. Men vit kunnu samstundis ásanna, at síðani 1998 hevur tað tikið væl styttri tíð at skipað samgongu. Vit kunnu so halda tað um samgongu [...] tosar um val í vár og melur upp í saman um eina savningarstjórn, meðan Jóannes Eidesgaard ásannar, at heystið er gott at halda val í, eins og gamalt var, tí so fáa vit eina líkinda fíggjarlóg
Fríðleif Lydersen --------- Eg síggi soleiðis upp á tað, at vit hava 33 lokalpolitikkarar á Føroya Løgtingi, men bara tann eini roynur, at arbeiða fyri undirsjóartunnili til Sandoynna. Vit høvdu tveir [...] men skjótt máttu vit tó sanna, at vit vóru skotin aftur í steinøldina. Heili 15 av teimum, sum vóru við til at samtykkja lógina, um fasta samband um Skopunarfjørð, sita antin á Føroya Løgtingi ella sita [...] nógv til hesi, sum samtiktu lógina um fast samband. Er hetta orðloysi upp á nógvar mátar? Sandoyggin er blivin eftirbátur upp á allar mátar hesi seinastu árini, tí tann størsti parturin av landinum er nú
ruddiliga á øllum, at talan í veruleikanum gjørdist um sanna eyðmýking. Ikki minst vóru teir ungu sørvingarnir sera væl við, men yvirhøvur riggaði SÍ væl sum eitt lið og var betri enn Fleyr á øllum økjum [...] innan fyri eitt samdøgur. Fyrst fríggjakvøldið í Gundadalshøllini í Havn ímóti Fleyr, og so á miðdegi leygardagin á Kambsdali ímóti ÍF. Unga TB-manningin hevur fyrr í vetur havt okkurt strævið vikuskiftið [...] Undan dystinum var bara eitt stig á muni, og skuldi Fleyr hava nakran kjans at fáa bronsuna, skuldi dysturin vinnast, tí SÍ hevði hóast alt ein annan dyst eftir eisini, meðan hetta var tann seinasti