Kristin Vestergaard
????????????????
Nú hava vit tað síðstu tíðina dag og dagliga sæð, hvussu muran hjá summum fólkum veruliga kemur fram í ljósmála, tá tey lukta blóð. Tað er ótrúðligt at man, og ikki ófrættakent, veruliga nýtir alla sína orku, at dríva eina persónliga og politiska hetz móti einkultpersónum, ið bert royna at gera sína borgaraskyldu, men hann er sjálvandi suðuroyingur, og tað skal hann sjálvandi hava at vita.
Landsstýrsismaðurin í fiskivinnumálum er seinasta offrið á hesi eirindaleysu herferð, men einaferð má hetta halda uppat, og hvat botnar alt hetta í. Jú ein skipasmiðja fór á húsagang, sum so nógv onnur virki, ið høvdu stórar trupulleikar at klára seg ta tíðina, men hon var eitt aktiv hjá nógvum ungum sum ongar aðrar møguleikar høvdu í bygdini fyri at fáa eina handverkaraútbúgving, og stendur har altso framvegis og lívgar mongum húski. Av monnum vit kunna nevna sum trúliga hava virkað alt sítt lív, eru m. a. Flemming Mikkelsen, umboð Sambandsflokksins í mong ár, Mikkjal hjá Juul, farbróðir Poli, Jákup í Bøkkum, eg kundi nevnt fleiri, ongin er tó gloymdur, teir liva í minninum hjá øllum vágbingum.
At persónar byggja partafelag oman á partafelag er onki annað enn heilt vanlig praksis í Føroyum, og eitt blíva við at trátrongja um, at tað er persónurin men partafelagið, er bert ein vanligur veruleiki. Ein óheftur løgfrøðingur sigur at hetta er vanlig manna-gongd, og sum so ikki nakað at tosa um.
Jú tað er rætt at ráðharrin var stjóri á einum virki, ið ikki gekk, men hann kom afturíaftur sum vinnulívsmaður. Sum stjóri fyri einum virki í Vági, hevur hann verið við til lagt nógvar pengar í hendan partin av oynni, uttan Heygadrang og frystigoymsluna, hevði ofta verið svangligt nógvastaðni, meðan allir hinir sokallaðu umboðini hjá okkum suðuroyingum bara lótu standa til. Hvussu nógv arbeiðspláss hava tit skaffað til sunnara partin av oynni, og hvussu nógv eru farin longur norður á oynna, ella heilt horvin í tykkara tíð? Og so vítt eg veit var hesin persónurin eisini viðvirkandi til at Kollafjord Pelagic ikki fór á heysin, og útlitini eru góð, um rætt verður atborið.
Um tað er nakar sum heldur, at landsstýrismenn og løgtingsumboð allir hava, ella hava havt reinar hendur, so sigur søgan nakað annað. Hvat við Olaf Olsen og hansara mongu samanfallandi áhugamálum, vit nevna bara eitt, meskavíddir. Hvat við Finnboga Arge, vit kunna siga biltoll, tað var hansara einasta endamál. Hvat við Tordi og pensiónini. Hvat við Sven Aage, ja tað er vist nokk bara at nevna navnið. Purkhús, sum umsat fíggjarmál, segði í sínari tíð, aldrin fyrr áttu føroyingar so nógvar pengar 250 milliónir, nakrar mánaðir seinni mátti alt landsstýrið sanna, og átaka sær kollektiva ábyrgd, tá 3 milliardir í veðhaldsskyldum gjørdist effektivar, hvussu nógvir landsstýrismenn vóru tá beinleiðis innblandaðir, her nýta vit bert orðið, NEPOTISMA.
Eg kundi hildið fram við fleiri núsitandi løgtingsmonnum og teirra morali á ymiskum økjum, sum reiðarar, partaeigarar, sensorar o.m.a., teir vita alt ov væl sjálvir, hvønn eg meini við, men eg haldi, latið okkum støðga á eitt bil, áðrenn vit detta í sama básin.
Mín meining er, lat mannin fáa arbeiðsfrið. At hunddálka hann uttan at kenna til allar faktiskar upplýsingar, og siga at hann er ein av hinum er blóðórætt. Øll sum byrja í einum nýggjum starvi ynskja frið at seta seg inn í sakir tey ikki kenna, tað tekur tíð. Er hann ónýtiligur syrgir væl løgmaður fyri at hann verður útskiftur sum fleiri undan honum við meiri upp á samvitskuna hava verið fyri, og minst til orðatakið »blaka ikki við gróti, tá tú sjálvur býrt í einum glashúsi«.