Minningarorð um Linu Arge

Sunnumorgunin 14. desember komu boðini um, at Lina Arge var slóknað 85 ára gomul.

Nú var hennara lívsskeið at enda komið og virknar hendur faldaðar á seinasta sinni. Hon var troytt nú og trongdi til hvíldina.

Tað verður løgið aftur at ganga fram við hugnaligu húsum hennara mitt í Havnini og ikki at síggja hana sita við vindeygað. Har sat hon vanliga við stokkum ella øðrum handarbeiði fyri at fáa sum mest av dagsljósi, tí eyguni bilaðu tey seinnu árini. Hon dugdi sera væl til hendurnar og nógv kom burturúr, sum hon plagdi at geva burtur. Hon var blíð at koma inn til og í hugnaligu stovuni hevur mangur sitið væl. Hon plagdi t.d. at bjóða 'góðaráð' og alt bakaði hon sjálv.

Vit kendu einans Linu hennara ellisár, men hava fingið manga søguna um hennara virkna lív, um Málingahandilin, sum byrjaði í hennara kjallara, og har hon arbeiddi, og um tey 27 árini, hon var 'kaffikona' á Sjómansskúlanum og hvønn morgun rann niðan trappurnar har - hetta var góð venjing. Hon var altíð so glað, tá hon hitti onkran, sum mintist hana av sjómansskúlanum, og eina av seinastu ferðunum hon var í Klaksvík, segði hon smílandi frá, hvussu stýrimenninir umborð á Dúgvuni høvdu tikið undir armin á henni og hjálpt henni, tí hetta var jú 'kaffikonan'!

Lina var familjukær og átti nógvar vinir bæði her og uttanlands, og hon var trúføst at halda samband við vinir sínar. Tað var ofta, tú hoyrdi málið á henni í telefonini - stundum var tað okkurt, hon hevði hoyrt í útvarpi, ið upptók hana, tí hon sat væl undir øllum, um enn hon viðhvørt sá lítla meining við dagsins samfelag.

Lina hevði ferðast víða, og tað besta hon visti var at sleppa burtur at ferðast, síggja onnur lond og fáa sól. Í mong ár var hon umboð fyri Føroyar í felagsskapinum Samnordisk Pensionärskultur og ferðaðist til skeið har og fann sær nógvar vinir millum norðurlendskar pensionistar. Henni dámdi væl at vera millum fólk og hevði mong áhugamál. Hon var á sinni við í Kvinnufelagnum, var ógvuliga virkin í Pensionistafelagnum í Havn, nevndarlimur í Hjartafelagnum í mong ár og tók eisini lut í arbeiðinum Bót til bata hjá Føroya felag móti krabbameini.

Hennara lív var ikki altíð ein dansur á rósum, men hon var lívsglað og hvørja ferð sjúka rakti, stríddi hon seg við sínum sterka vilja á føtur aftur. Men eisini hon mátti sanna tað, sum sálmaskaldið so beinrakið tekur til:

"Tey sjeyti ár er vár jarðarleið
í stoltasta stríð og møði;
um áttati-aldur ein kappi beið,
alt sárkaðist ellisstøðið."

Og sárt var at síggja, hvussu ørkymlandi tað var fyri hesa sjálvbjargnu kvinnu at missa sín førleika. Hon vildi fyri alt í verðini klára seg sjálva. Fyri nøkrum árum síðan var hon fyri døtti og breyt seg sundur. Hon stríddist av øllum alvi fyri at koma aftur fyri seg, men tá hon so dánt fekk gingið, hendi tað syrgiliga, at hon aftur datt og breyt beinið. Enn einaferð stríddist hon fyri at verða frísk, og hevði ilt við skilja, at árini fingu hana aftur. Hon legði seg undir skurð við vón um bata, men vónbrotið var stórt, tá hon ikki kendi sær nakað framstig, og so kom seinasta sjúkan uppí, sum hon ikki fekk vunnið á. Seinasta mikudag var hon borin út úr Vesturkirkjuni.

Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um Linu Arge.
Takk fyri trúfestið og hvíl í friði!

Tóra og Nicolina