ODDAGREIN: Valár við tveimum valum

Við nýggja árinum eru vit farin inn í val­ár við tveimum valum – bæði til Løg­ting­ið og til Fólkatingið.

Út­varpið hjá Kring­varp­i­num setti í hes­­um sam­bandi floks­for­monn­u­­num stevnu um nýggj­árs­halg­una, og tað var eis­ini júst tað, sum eyð­kendi send­ing­ina. Eitt nú segði Jenis av Rana, at vit mugu hava eitt løg­tings­val ong­an­tíð ov skjótt. Høgni Hoydal tosar um val í vár og mel­ur upp í sam­an um eina savn­ing­ar­stjórn, meðan Jó­ann­es Eid­es­gaard á­­sann­ar, at heyst­ið er gott at halda val í, eins og gam­alt var, tí so fáa vit eina lík­inda fíggj­ar­lóg sam­tykta uttan órógv av vali.


Grundgevingarnar kunnu verða so mang­ar. Men júst vans­in við at halda val í november var so mang­an or­søk­in til, at fíggj­ar­lóg­in ikki fekst upp á pláss. Seinasta mans­ald­ur­in er tað bara eydn­ast eina ferð at skipa eina sam­gongu fyri jól, tá valið var í november. Tað var í 1970, tá Atli Dam skipaði sína fyrstu sam­gongu. Men vit kunnu sam­stund­is á­sanna, at síðani 1998 hev­ur tað tikið væl styttri tíð at skip­að samgongu.


Vit kunnu so halda tað um sam­gongu og lands­stýri, sum vit vilja. Men vit hava ta stjórn, vit hava valt. Tað høvdu vit eisini fyrstu mán­að­ir­nar av hes­um val­skeið­i­num, tá Tjóð­veldi eis­ini sat í fremstu røð. Men tað tyk­ist so barns­ligt og for­nerm­að at tosa um savn­ing­ar­stjórn ella bjarg­ing­ar­stjórn.


Álvaratos – ein and­støða má hava onkur hægri mál at seta sær.


Veljarakanningar síðani valið benda ikki á nak­að stjórn­ar­skifti. Tær vísa fyri so vítt bara, at Sam­­bands­flokk­urin et­ur sín­ar sam­starvs­­flokk­­ar, fyrst og fremst Javn­að­ar­flokk­in, sum hev­ur havt ilt við at prógva sín pol­­­itikk – sína hugsjón í verki. Hann gjørdi eina roynd und­an jól­­­um at vísa vødd­ar og vísa, at flokk­urin tordi at siga, hvar skáp­ið skal standa. Ta ulti­ma­t­um­ið, sum flokk­urin setti, helt, og full semja fekst í fíggj­ar­nevnd­ini, meðan breið semja fekst í løg­ting­i­num fyri fíggjarlógini.


Hetta vísir enn einaferð, at tað gongur betur at gera avtalur millum persónar á tingi enn millum flokkar – og er eitt skúladømi uppá, at politisku flokkarnir fungera í besta lagi illa.


Hóast tað er óvist, um vit fáa eitt vár­val ella eitt heyst­val til løg­ting­ið, so tykist mangt benda á, at vit fáa eitt vár­val til Fólk­a­ting­ið, og har benda kann­ing­ar á, at tey fáa eitt stjórnarskifti. So greiðar á­bend­ing­ar hava vit ikki her, tí hó­ast sam­gong­an varðveitir sína umboðan, so er tað eingin trygd fyri, at hon held­ur fram eftir valið, tí blokkarnir í Før­oy­um verða skip­að­ir eft­ir val­ið, og sam­gong­u­møgu­leik­ar duld­ir sum mans­morð.