Undan dystinum var bara eitt stig á muni, og skuldi Fleyr hava nakran kjans at fáa bronsuna, skuldi dysturin vinnast, tí SÍ hevði hóast alt ein annan dyst eftir eisini, meðan hetta var tann seinasti hjá Fleyr.
Men hóast teir í Fleyr tóku uppgávuna í ramasta álvara og møttu vælmannaðir, formáddu teir sær snøgt sagt púrt einki í hesum dystinum. Í fyrsta setti vóru teir hampuliga væl við, men tey bæði seinnu settini sat SÍ so ruddiliga á øllum, at talan í veruleikanum gjørdist um sanna eyðmýking.
Ikki minst vóru teir ungu sørvingarnir sera væl við, men yvirhøvur riggaði SÍ væl sum eitt lið og var betri enn Fleyr á øllum økjum. SÍ gjørdist bara betri og betri, sum dystinum leið, meðan tað hinvegin gjørdist bara verri og verri hjá Fleyr, sum í síðsta settinum ikki so frægt sum kom upp í 10.
Sostatt kann staðfestast, at SÍ vinnur bronsuna í ár, meðan Fleyr má taka til takkar við fjórða plássinum. Bara ein dystur er eftir hetta kappingarárið, men hann verður ikki fyrr enn sunnudagin, tá Mjølnir og SÍ spæla í Badmintonhøllini í Klaksvík. Í tí dystinum stendur ikki annað enn æran upp á spæl, tí longu er greitt, at Mjølnir spælir FM-finalur ímóti ÍF
Tvær ferðir TB
Menninir hjá TB spældu um vikuskiftið tveir dystir innan fyri eitt samdøgur. Fyrst fríggjakvøldið í Gundadalshøllini í Havn ímóti Fleyr, og so á miðdegi leygardagin á Kambsdali ímóti ÍF. Unga TB-manningin hevur fyrr í vetur havt okkurt strævið vikuskiftið, og hóast heldur ikki hesa ferð nakað spurdist burturúr, er einki at ivast í, at tvøradreingirnir hava lært eina rúgvu hetta kappingarárið.
Í fyrra dystinum var eingin sum helst ivi, tí Fleyr skuldi spæla fyri sínum seinasta bronsukjansi, og tað sást eisini beinanvegin, at havnarmenninir tóku ongar kjansir, men vildu vinna ein greiðan sigur. Spælið var skjótt og trygt, og tað riggaði øgiliga væl hjá Fleyr gjøgnum miðjuna, umframt at servurnar eisini vóru góðar.
Tann, ið helst skaraði mest framúr, var veteranurin, Klæmint Isaksen, sum við sínum góðu hevingum í nógvum førum megnaði at seta verjuspælið hjá TB fullkomuliga til síðis, so tað gjørdist meira enn torført hjá TB at sleppa inn í dystin, ið eisini endaði við einum ivaleysum 3-0 sigri til Fleyr.
Góðar ÍF-servur
Eftir ein náttarblund var so aftur dystur á skránni leygardagin, tá TB vitjaði ÍF, men heldur ikki her gjørdist tað til annað enn eitt 3-0 úrslit. Oddaliðið úr Fuglafirði hevði ikki Bartal Eliasen við, og heldur ikki vóru allir teir føstu inni alla tíðina.
Serliga í fyrsta setti og fyri tað mesta í øðrum setti eisini var ÍF nógv betri, og onkrar løtur blivu TB-ararnir næstan servaðir niður, og har vóru tað serliga Rúni Weihe og Bjarni Larsen, ið gjørdu um seg, so tað gjørdist trupult hjá TB at koma ordiliga inn í dystin.
Hinvegin var ikki so øgiligur munur á í triðja setti, tá ÍF kanska tók sær meira av løttum, samstundis sum TB spílaði seg meira út. Tað rakk kortini ikki til meira enn eitt gott settúrslit, og ÍF fór sum væntað avstað við sigrinum, uttan at hava merkt ta stóru hóttanina.