Sandoyggin eigur ongan góðan

Fríðleif Lydersen
---------

Eg síggi soleiðis upp á tað, at vit hava 33 lokalpolitikkarar á Føroya Løgtingi, men bara tann eini roynur, at arbeiða fyri undirsjóartunnili til Sandoynna. Vit høvdu tveir, sum arbeiddu fyri føstum sambandi til meginøkið, men so bleiv valskipanin broytt. Valskipanin skuldi gera, at vit fingu minni lokalpolitikk í landspolitikkinum, men tað er heldur vesnað. Ongantíð hevur verið so nógvur lokalpolitikkur í Løgtinginum sum nú, so eg dugi ikki at síggja nakað jaligt við nýggju valskipanini.
Tann 5. des. 2007 var ein søguligur dagur fyri Sandoynna, hildu vit, tá ið 23 av okkara fólkavaldu samtyktu lógina um fast samband um Skopunarfjørð. Øll, sum búgva í Sandoynni ella hava nakað við Sandoynna at gera, gleddust um hetta. Sandoyggin var við at gerast ein partur av føroysku tjóðini, men skjótt máttu vit tó sanna, at vit vóru skotin aftur í steinøldina.
Heili 15 av teimum, sum vóru við til at samtykkja lógina, um fasta samband um Skopunarfjørð, sita antin á Føroya Løgtingi ella sita í Landstýrinum. Vit hoyra ikki nógv til hesi, sum samtiktu lógina um fast samband. Er hetta orðloysi upp á nógvar mátar?
Sandoyggin er blivin eftirbátur upp á allar mátar hesi seinastu árini, tí tann størsti parturin av landinum er nú bundin saman. Sandoyggin er avskorin frá sambandi við umheimin næstan ein triðing av døgninum, frá kl. 23:05 á kvøldi til kl. 6:45 á morgni gerandisdagar og uppaftur longri aðrar dagar. Sambandi, ið vit hava er alt ov vánaligt og óálítandi, tí tað kan liggja við kai í heilum. Teistin kann ikki nýtast til annað enn, at vera seldur sum gamalt jarn. Ja, við Teistanum spardi ein seg so dyggiligani eftir reyv.
Vinnulívið í Sandoynni hevur ikki somu kappingarmøguleikar, sum vinnulívið hevur aðrastaðni í landinum. Hetta plagar vanliga, at vera kalla kappingaravlagandi, men tað verður ikki nógv tosa um. Tey, sum starvast og lesa aðrastadni enn í Sandoynni, men búgva í oynni brúka nógva tíð til at bíða, sum kundi veri nýtt til annað. Fólki í Sandoynni hevur heldur ikki somu møguleikar til, at gera brúk av tí, sum fyriferst av mentunartiltøkum o.ø. tiltøkum norðan- ella sunnafjørðs.
Sandoyggin hevur altíð veri útjaðari í Føroyum, men seinastu árini er hon blivin enn meira útjaðari. Tí stórir partar av landinum eru bundnir saman, men Sandoyggin er aftur úr sigld av hesum sama. Seinasta 25 árini er fólkatali í Sandoynni minka frá 1685 fólkum 1.jan. 1985 til 1391 fólk 1. jan. 2009, tað vil siga ein minking í fólkatalinum við næstan 300 fólkum. Flestu føroyingar høvdu somu samferðslumøguleikar fram til 2002, men tá ið samferðslumøguleikarnir eru so nógv verri í Sandoynni enn aðrastaðni. Tí skal tað vera løgi, hvis ikki fólkatali í Sandoynni næstu 25 árini, kemur at minka nógv meira, enn tað er minka tey undanfarnu 25 árini. Um Sandoyggin skal hava nakra framtíð, so má nakað henda beinanvegin.
Á Føroya Løgtingi eigur Sandoyggin ikki nógvar vinir sum tað sær út. Tí má oyggjafólki og vit onnur, sum hava røtur í oynni, stríðast fyri, at okkara elskaða oyggj skal hava lívið laga. Politiskt kegl má leggjast til viks, so at arbeiðast kann fyri føstum sambandi um Skopunarfjørð. Tí politiskur løtuvinningur gagnar ikki Sandoynni, men bara tí einstaka persóninum eina stutt stund. Latum okkum tí standa saman fyri, at vinna Sandoynni framtíðina hon hevur uppiborna.