og tí er brúk fyri nýhugsan. Tað má Annika geva mær rætt í. Annika ger, tíðliga í greinini, tað sum hon kallar “rættingar til nøkur faktuell ting í míni grein”. Hon sigur fyri tað fyrsta, at sendingarnar [...] at fólk uttanífrá koma inn í Kringvarpið at gera sendingar, so ivist eg í, hvør verður roknað fyri at vera uttanfyri, og hvør er innanfyri. Eg meini so við – tá tú sleppur inn í hølini hjá Kringvarpinum [...] um Klaksvíksstríðið kostaðu ikki 500.000 krónur, men 35.000 pr. sending í eksternum útreiðslum, umframt fasta løn hjá teimum í Kringvarpinum, sum arbeiddu við sendingunum. Eg skilji bara ikki, hví hon
bora einaferð eftir ólavsøku ár 2001. Hetta lovar Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálastýrinum, hóast langt frá alt er komið í rættlag. Tað verður strævið at gera alt klárt, men vit skulu klára at taka [...] umsóknum um eina borigóðkenning einaferð komandi vár, sigur aðalstjórin. Í hvussu so er nøkur oljufeløg skulu sleppa at bora í komandi ári, sigur hann. Herálvur Joensen sigur víðari, at tvær kunngerðir [...] koma einaferð í heyst at taka hetta mál uppaftur. Hóast eg ikki kann siga, hvussu øðrum myndugleikum gongst, so vænti eg, at alt verður liðugt til tíðina, sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálastýrinum
Í samrøðu við Sosialin í vikuskiftisblaðnum fýltust Leif Sørensen og Johannes Jensen, sum reka ávikavist Gourmet og Hotel Tórshavn og Hotel Føroyar, á føroysku rúsdrekkalógina. Umframt at finnast at prísleguni [...] samanbar úrvalið á hvítvíni við eina kiosk í Jútlandi . Elsa Maria Holm Olsen er stjóri á Rúsuni, og hon sigur, at tey eru opin fyri kritikki, men at hon ikki skilir júst handan kritikkin, tí úrvalið hjá Rúsuni [...] hesa vøru til matstovurnar. Sostatt hava matstovurnar júst tað, tey vilja hava á vínkortinum, sigur Elsa Maria Holm Olsen. Prísirnir politiskt ásettir Í vikuskiftisblaðnum fýltist Johannes Jensen eisini á
- Eg ætli mær so at verða liðugur í dag, men kanska verður tað ikki fyrrenn í morgin (mikudagin), sigur Henning Sørensen við Sosialin. Tá teir byrjaðu at arbeiða í farnu viku var lagt til brots á fleiri [...] Hinvegin, so hevur hetta við vætuni í luftini júst verið ein fyrimunur hjá málarunum. Kirkjan er nevniliga málað við kálki, og tí er best um tað er eitt ávíst vætuinnihald í luftini. Á henda hátt harðnar tað [...] longur enn eitt vist heldur ikki kálkmálingin. Í okkara veðurlagi kann ein slík máling halda kanska í eini fimm ár, onkustaðni helst nakað longri. Men í Danmark er haldbærið hjá slíkari máling nógv longri
hesuferð. Hóast tað var nakað kalt í verðinum, høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær oman í Vágstún at lýða á midnáttarrøðuna, sum Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri helt í ár. Sum altið setti Klaksvíkar [...] vera í stovu saman ella ei, so er avgerandi fyritreytin fyri samstarvi, at vit duga at síggja tað alneyðuga í, at brúk er fyri øllum ? at vit fáa øll við og ikki útiloka nakran. Styrkin liggur í, at vit [...] nuna í framtíðini, nú so nógv bendir á, at hetta verður seinasta Norðoyastevnan, áðrenn fasta sambandið um Leirvíksfjørð verður veruleiki. Spurdur, hvør størsta avbjóðingin hjá stevnuni verður í framtíðini
Andreasen. Hann kom til Wellington fyrst í november mánaði at nema sær útbúgving við universitetið í Wellington. Hann fer at lesa kunningartøkni. Ein útbúgving, sum í fyrstu atløgu kemur at taka trý ár. Um [...] langt við síðuna av at siga, at tá vindurin leikar í, at tað minnir eitt sindur um vetrarvindin í Føroyum. Nógvir tjóðskapir Andreas býr á einum næmingaheimi í forstatinum Karori, sum liggur umleið ein tíma [...] skjótt. Orsøkin til, at tað júst bleiv Victoria University og Wellington er, at hetta var tað einasta universitetið, har útbúgvingin byrjar um summarið. Hinar byrjaðu allar í juli, og tað var ov stutt skoðbrá
farnar nógva ymsastaðni. Til Rumenia, til børn í flóttafólkalegum í Kosovo, Albania og Filippinunum. Tað er tó ikki endaliga avgjørt enn, hvar leikurnar fara í ár. ? Tað koma sera nógvar leikur inn, og tað [...] ikki hevur sett seg í samband við tey enn. Hon veit ikki, um tað ber til, men hon fer at royna. Fyri heilt stuttum var ein sending í sjónvarpinum um UNICEF. Prinsessa Alexandra er júst vorðin ambassadørur [...] ur fyri UNICEF, og í tí sambandinum var henda sendingin í sjónvarpinum. Elin sigur, at í tí sendingini tosaði ein sálarfrøðingur um, at tað besta ein kann geva einum traumatiseraðum barni eru leikur.
trupulleikan í sjónvarpslýsingum. Tí ber í løtuni til hjá teimum, sum síggja danskar rásir um parabol at síggja lýsingar fyri danska felagnum fyri teimum við etingarólagi. Tað var hana vit lýstu í byrjanini [...] koyra undir stirvnaðu umrøðuna og byrjað varð í gjárkvøldið. Í sendingini Tilvera, sum Armgarð Arge skipar fyri, fer ein kvinna, sum hevur stríðst við sjúkuna í fleiri ár, at greiða frá, hvussu hennara lív [...] viðgerðararnar, sum hava drúgvar royndir í fakinum. tey, sum ringja fáa 20 minuttir í part, og hóast hetta ikki er long tíð, so kann hetta vera neistin, sum aftur birtir lív í nærum slóknaðan veik, harafturat
Har úti í Nólsoy gjørdi eg greitt, og havi mangan síðani, bæði á løgtingi og í fjølmiðlum endurtikið, og at Miðflokkurin fer ikki at verða við til at troðka ein einasta føroying út av eggini út í tað ókenda [...] liggur landssjúkrahúsið í sorli í dag, og bert til tær mest grundleggjandi ábøturnar mangla 170 mió. kr. og hartil koma tólini, sum flestu eru gomul og niðurslitin. Hetta er ikki hent í og av nakrari kreppu [...] leiða føroyingin út eftir rókini, út í frælsið. Tíðin verður so at vísa hvussu langur og drúgvur tann teinurin verður. Við teimum avmarkaðu møguleikum flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein
ímóti, at bingjuhavnin verður víðkað í Havn, ístaðin fyri í Kollafirði. Veruleikin er, at pláss er als ikki fyri hesi ætlanini í Kollafirði. At bingjuhavnin liggur júst á Eystaru bryggju ger, at flutningurin [...] arkitektar hava gjørt vart við seg í almennu miðlunum. Annar vil verja Skansan sum føroyskt krígsminni, og hin skilir ikki, at Tórshavnar havn skal brúka so nógv pláss. Júst slíkar útsagnir bera boð um, at [...] seg inn í ætlanirnar og grundgevingarnar hjá býráðnum. Hesar eru millum aðrar: 1. at útvega øllum vinnulívinum á økinum betri karmar 2. at skapa møguleikar fyri nýggjum, ótroyttum virksemi, sum í dag leitar