Húsar: Á mongum støðum telist kirkjan millum teir vakrastu bygningarnar í bygdini.
Nógvastaðni eru fólk eisini sera glað fyri kirkjuna, og eru tí íðin eftir at ganga kirkjugøtuna hvørja ferð, kirkjuklokkan kallar til gudstænastu.
Kirkjurnar eru ofta vakurt prýddar innan, og uttanfyri verður eisini gjørt eitt stórt arbeiði fyri at halda økið og kirkjugarðin í góðum standi.
Eisini á Húsum eru fólk glað fyri kirkjuna, og tað hava tey eisini alla orsøk til: Tí henda kirkjan er sjáldsama vøkur á at líta, og stendur sum eitt vakurt prýði miðskeiðis í bygdini.
Men sum við øllum tí sum stendur úti alt árið, so hevur hesin bygningurin eisini tørv á at haldast viðlíka. Hóast boðskapurin, ið boðaður verður, ikki slítist av tíðarinnar tonn, so ger bygningurin sjálvur kortini tað.
Fyri nøkrum árum síðani varð kirkjan málað innan, og nú var so túrurin komin til at mála hana uttan. Og tað arbeiðið er so liðugt á hesum sinni.
Spírar
Fyrrapartin týsdagin var Henning Sørensen í ferð við ta myrkareyðu málingina.
Arbeiðið byrjaði annars mánadagin í farnu viku, og hevur verið arbeitt hvønn dag síðani tá líka til týsdagin, tá arbeiðið skuldi verða liðugt eftir ætlan.
- Eg ætli mær so at verða liðugur í dag, men kanska verður tað ikki fyrrenn í morgin (mikudagin), sigur Henning Sørensen við Sosialin.
Tá teir byrjaðu at arbeiða í farnu viku var lagt til brots á fleiri støðum samstundis, millum annað við at mála takið á kirkjuni.
Júst hetta við takinum er ein rættiliga serstøk uppgáva, tí tornið er vakurt prýtt við fleiri smærri spírum.
Alt hetta kundi eisini væl lata seg gera, tí tá vóru teir fýra mans til arbeiðis.
Men týsdagin var so bara Henning sjálvur eftir og legði hond á seinasta arbeiðið.
Árstíð við vindi
Um vikuskiftið kom rættiliga fitt av regni niður, men hetta hevur kortini ikki forðað arbeiðinum við at mála Húsa kirkju.
Teir arbeiddu ikki um vikuskiftið, men hava annars verið hepnir við veðrinum, hóast heystið er væl á veg.
- Hóast árstíðina, so hevur tað altíð verið ein síða við lívd fyri vindi, meðan vit málaðu, sigur Henning.
Hinvegin, so hevur hetta við vætuni í luftini júst verið ein fyrimunur hjá málarunum.
Kirkjan er nevniliga málað við kálki, og tí er best um tað er eitt ávíst vætuinnihald í luftini. Á henda hátt harðnar tað skjótari.
Hinvegin so eru vindeyguni úr træi, og tá tey skulu málast, so krevst sjálvandi turt veður. Og hetta hevur eisini eydnast teimum at fáa málað hesa seinastu vikuna.
Vøkur sjón
Kirkjan á Húsum er nú vorðin so kritahvít við eini myrkareyðari grund.
Uppmóti tí bláa himmalinum er hon ein sera vøkur sjón, og nú hon er vorðin nýmálað er hon veruliga eitt prýði fyri bygdina.
Sjálvur heldur Henning, at kálkmálingin er vøkur ja, sera vøkur.
Tað er næstan soleiðis, at henda kálkmálingin hoyrir til eina slíka kirkju.
Í øllum førum er greitt, at Húsa kirkja tekur seg væl út, nú hon er vorðin nýmálað uttan.
Veðurlagið ávirkar
Eins og aðrir bygningar so hevur Húsa kirkja eisini tørv á at verða hildin viðlíka við jøvnum millumbilum.
Seinast kirkjan varð mál var í seinnu helvt av áttati-árunum, eisini av Henningi Sørensen. Nú var so tíðin komin til at gera hetta av nýggjum.
Hóast væl verður málað av góðum málara og góðskan á málingini er góð, so heldur málingin ikki longur enn eitt vist heldur ikki kálkmálingin.
Í okkara veðurlagi kann ein slík máling halda kanska í eini fimm ár, onkustaðni helst nakað longri. Men í Danmark er haldbærið hjá slíkari máling nógv longri.
- Men tað er eisini hvør sítt veðurlag, vit tosa um, sigur Henning.
Størri arbeiði bíða
Hóast nógvar kirkjur eru í Føroyum, so er eingin málarameistari sum hevur hetta sum sína sergrein.
Allir eru førir fyri at mála hesar kirkjur, og Henning Sørensen hevur eisini sjálvur málað fleiri aðrar kirkjur enn hesa á Húsum.
Nú Henning er vorðin liðugur við Húsa kirkju liggja onnur størri arbeiði fyri framman.
Millum hesi arbeiðini eru partar av nýbyggingini av Landssjúkrahúsinum og tann nýggja tannlæknastovan sum verður bygd á Óðinshædd í Havn.