Fyri tey flestu er stóra felagsløtan á Norðoyastevnu Midnáttarsamkoman leygarkvøldið. Og so var eisini hesuferð. Hóast tað var nakað kalt í verðinum, høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær oman í Vágstún at lýða á midnáttarrøðuna, sum Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri helt í ár. Sum altið setti Klaksvíkar Hornorkestur sín huganliga dám á løtuna, og síðani var felagssangur á skránni, áðrenn fólk byrjaðu at spáka oman móti Vágsbø at hyggja at stóra fýrverkarínum hjá skótunum, sum eisini er fastur táttur hesa løtuna á Norðoyastevnu.
Menna Midnáttarsamkomuna
Sparikassastjórin hevði, sum vera man, gjørt sær nakar tankar Norðoyastevnuna í framtíðini, nú so nógv bendir á, at hetta verður seinasta Norðoyastevnan, áðrenn fasta sambandið um Leirvíksfjørð verður veruleiki. Spurdur, hvør størsta avbjóðingin hjá stevnuni verður í framtíðini, ivast Eyðfinn Reyðberg als ikki í, at Noroyastevnan sum heild hevur tørv á at endurnýggja seg sjálva.
- Vit eiga fyrst at hyggja uppá, hvørji av tiltøkunum eiga at mennast meir. Til dømis haldi eg sjálvur, at vit áttu at gjørt meir burturúr Midnáttarsamkomuni, tí vit síggja hvørt ár, hvussu nógv fólk júst hendan løtan megnar at savna. Tí er tað eitt sindur spell, at hon varar so stutt, og fólk ofta ikki koma oman í Vágstún fyrr enn beint áðrenn, røðarin fer á pallin, sigur Eyðfinn, sum kundi hugsað sær, at meir var gjørt burturúr felagssanginum, og at hesin parturin av skránni byrjaði fyrr, kanska longu um tíggju tíðina.
Eisini heldur Eyðfinn, at tað er rættiliga átrokandi, at kappróðurin verður gjørdu meir áskoðaravinarligur. Hesuferð vardi róðurin heilar tríggjar tímar, og so leingi eru tað fá, sum tíma at standa og hyggja, um verðrið hartil ikki er av tí besta.
- Tað er slíkt við mugu hava í huga, tá vit fara at endurnýggja Norðoyastevnuna. At tað verður neyðugt við eini endurnýggjan, eri eg als ikki í iva um, um vit vilja hava fleiri fólk aðrastaðni frá at koma á Norðoyastevnu. Tað eru jú so nógvar aðrar stevnur og tiltøk at fara til, at fólk framyvir verða noydd at velja. Og vit skulu geva teimum eina orsøk til at velja júst Norðoyastevnuna, sigur Eyðfinn, sum sær fyri sær eina spildurnýggja Norðoyastevnuskrá komandi ár.
- Hetta fer uttan iva at krevja, at kommunan letur meir pening til fyrireikingarareiðið, og eftir mínum tykki er tað ikki bara ein skilagóð, men eisini ein neyðug íløga. Bera vit okkum rætt at, kann Norðoyastevnan gerast ein stimbrandi og positiv ímynd av Klaksvíkini, sum aftur er við til at ávirka mátan, bæði vit sjálvi og onnur fata Klaksvíkina, sigur Eyðfinn, sum eisini í røðuni var inni á týdninginum av myndini, vit skapa av okkum sjálvum úteftir.
Brúk fyri øllum
Í hesum sambandi hugleiddi Eyðfinn um, hvat onnur hugsað, tá vit siga ?Klaksvík?. Tað ringasta, vit kunnu koma út fyri, er, at fólk svara, at tey onki hugsa. Soleiðis má tað ikki blíva og er tað tíbetur heldur ikki. Tá tosið kemur inn á Klaksvík og Norðoyggjar, eru tað orð sum samanhald, samstarv, lokalur samleiki, hollir í ítróttarleikum, Summarfestivalur, Sjómannadagar, góður ungdómur o.a. sum verða havd á lofti. Og hetta kemst av, at vit ikki smæðast burtur, men tora at vísa, at vit eru til. Framtíðin ferð hinvegin at krevja nakað meir av okkum, og tí mugu vit eisini tora at hugsa av nýggjum.
- Spurningurin til okkum, nú vit halda okkara seinastu Norðoyastevnu uttan tunnil, er, tora vit at broyta okkum sjálvi. Skulu vit halda áfram at vera eitt dynamiskt og vinnandi lokaløki, er samstarv einasti vegurin fram, segði Eyfinn og minti á, at hetta krevur, at vit megna at hýsa teimum, sum ikki eru ella hugsa, eins og vit sjálvi.
- Uttan mun til, um vit kunnu vera í stovu saman ella ei, so er avgerandi fyritreytin fyri samstarvi, at vit duga at síggja tað alneyðuga í, at brúk er fyri øllum ? at vit fáa øll við og ikki útiloka nakran. Styrkin liggur í, at vit øll ikki hugsa eins, tí har øll hugsa eins, har hugsar ongin. À hendan hátt kunnu vit verða tann broyting, vit ynskja at síggja í øðrum. Tí hevur tað størri týdning, at vit gera tað, sum vit siga, heldur enn at siga, hvat vit ætla at gera, segði Eyðfinn Reyðbergi at enda í røðuni á Midnáttarsamkomuni á Norðoyastevnu.









