Yvirskriftin, ið var heitið Javni hevði valt fyri fundin við politikkarar leygardagin, bendir á, at fyrireikararnir, og ivaleyst mong við teimum, kenna seg ótrygg við ætlanir Landsstýrissins, um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð. Hendan kenslan er ikki ókend fyri okkum í Miðflokkinum, longu undir valstríðnum til seinasta løgtingsval tosaðu vit saman um støðu floksins til hetta álvarsmál, sum jú ikki er millum fremstu mál floksins, men tó eitt av teim málum, sum krevja eina floksstøðu.
Troðkast út av...
Serliga minnist eg ein valfund úti í Nólsoy, sum gav mær høvið til at gera støðu floksins greiða. Har greiddi eitt valevni fólki frá, at fyri hann var málið um fullveldi so avgerandi, at onki slapp at forða tí. Var tað so, at nøkur ikki megnaðu hesa broyting, ja so samanbar hann tað við tá pisurnar fóru av rókini - ikki allar megnaðu hetta nýggja, at flúgva. Eldri nólsoyingur gjørdi tá vart við hvat hetta innibar - nevndi at út móti helmingurin av pisunum ikki yvirlivdu, men doyðu á veg út í frælsi.
Hugsanin hjá hesum valevninum var skelkandi fyri meg (men læt meg fyri rættvísissakir leggja afturat, at ongin flokkur síðani hevur sagt seg standa aftanfyri hesi sjónarmið finnast. M.a. førdi ein kendur vinnulívsmaður fram, at tað neyvan er rúm fyri fleiri enn 20-25.000 íbúgvum á vøkru og ríku oyggjum okkara - vøkru og ríku oyggjum okkara - tað eru míni orð, ikki hansara - hansara sjónarmið tyktust verða øvugta. Men at Føroyar eru ríkar, og nóg ríkar til okkum og eftirkomarar okkara, tað er eitt av berandi sjónarmiðum Miðfloksins
... ella leiðast út eftir rókini
Har úti í Nólsoy gjørdi eg greitt, og havi mangan síðani, bæði á løgtingi og í fjølmiðlum endurtikið, og at Miðflokkurin fer ikki at verða við til at troðka ein einasta føroying út av eggini út í tað ókenda, tvørturímóti vilja vit verða við til at leiða føroyingin út eftir rókini, út í frælsið. Tíðin verður so at vísa hvussu langur og drúgvur tann teinurin verður.
Við teimum avmarkaðu møguleikum flokkurin í dag hevur, fara vit at forða fyri at ein einasti føroyingur verður sleptur upp á fjall, tá og um fullveldið verður. Men sami leiklutur verður okkara í tí dagliga meldrinum, har tey veiku tykjast verða tey fyrstu politikkararnir vitja við sparikrøvum sínum - hugsa bara aftur til 1992, eitt ár, sum nógvir politikarar væl skiljandi royna at gloyma, men, ver varðin, tí søgan er kend fyri at endurtaka seg.
Samráðingarúrslitið verður avgerandi!
Frá fyrsta degi fullveldi varð nevnt,  gjørdist greitt, at vit fingu einki burturúr at stilla okkum í frástøðu at kritisera, tó at tað hevði verið mangan lættari. Føroya fólk høvdu valt eina sjálvstýrissamgongu, vit vóru uttanfyri, eg noteraði nøgdur, at endaliga avgerðin fór at verða tikin á fólkaatkvøðu, tá samráðingarnar vóru endaðar. Havi tí ávirka landsstýrið til at fáa allar hugsandi upplýsingar til vega og lagdar fyri Føroya fólk- og eitt úrslit er orðaskiftið, sum tað eydnaðist Miðflokkinum at fáa samgonguna at hava á løgtingi í farnu viku. Alt fyri at einstaki borgarin skal kenna seg nóg kunnaðan og tryggan, tann dag atkvøðast skal, dagin, tá hann hevur síðsta og avgerandi orðið.
Hvussu støðan hjá tí einstaka, herundir eisini teirra veiku, verður undir evt., fullveldi, tað veit eingin í dag - tó at mangir látast sum um. Hvørki mótstøðumenn ella viðhaldsfólk av fullveldi vita tað allarminsta um hvussu sáttmálin, sum vit skulu taka støðu til, kemur at síggja út. Í uttanlandanevnd løgtingsins eri eg umboð Miðfloksins, og fari at nýta tíð og evnir at royna at ávirka samráðingaruppleggið, so fyrilit verða tikin fyri livilíkindum hjá hvørjum einstøkum føroyingi, lítið á tað. Í sjónvarpssending fyri stuttum nevndi sjónvarpsverturin Miðflokkurin sum ringu samvitsku politikkaranna á heilsuøkinum - tað gleddi meg at hoyra, og øll skulu verða vís í, at hetta álit fara vit at liva upp til.
Skynsemi og raðfesting
Trygd og trivnaður vanliga borgarans er ikki bert tengdur at blokki úr Danmark ella ikki, av olju, fiskaprísum v.m. Sum hvítabók so skilagott nemur við, so mugu vit ikki gloyma hvussu grundleggjandi ein skynsamur politikkur er. Fyri at taka eitt dømi, so liggur landssjúkrahúsið í sorli í dag, og bert til  tær mest grundleggjandi ábøturnar mangla 170 mió. kr.  og hartil koma tólini, sum flestu eru gomul og niðurslitin. Hetta er ikki hent í og av nakrari kreppu, men tí at politikkarar ikki prioriteraðu hesi týdningarmiklu økini tá tíðirnar vóru góðar. Júst tað sama kann verða sagt um so mong onnur øki - t.d. eldraøkið, tørvin, ið har er á heimum, og møguleikar teirra menningartarnaðu at fáa virðiligar bústaðarmøguleikar.
Nei, avgerandi er hvussu tú prioriterar, hvussu tú raðfestir. Verður tað ikki gjørt við hjartanum, so kann gera júst tað sama hvussu samfelagsins fíggjarliga trygdarnet sær út.
Jenis av Rana









