Wellington, Ný Sæland: Vanligt er, at føroyingar leggja sær leiðina uttanlands at lesa. Flestu fara til Danmarkar ella Noreg. Onnur fara til Onglands, men tey munnu ikki vera mong, sum velja at fara so langa leið, sum Andreas Andreasen. Hann kom til Wellington fyrst í november mánaði at nema sær útbúgving við universitetið í Wellington. Hann fer at lesa kunningartøkni. Ein útbúgving, sum í fyrstu atløgu kemur at taka trý ár. Um hann velur at fara víðari, so verða tað tvey ár afturat. Men tað veit havnarmaðurin ikki enn, um hann fer at gera.
? Fyrsta inntrykkið av býnum og fólkinum er sera positivt. Fólk eru opin og vinarlig, og gestablídnið er stórt, sigur Andreas, sum júst er komin til kaffistovuna, har vit hava sett honum stevnu henda vakra várdagin.
Ikki Danmark
Andreas greiðir frá, at hann hevur arbeitt innan kunningartøkni seinastu tvey árini hjá FaroDane. Hann hevur studentsprógv og hægri handilsskúla.
Fyri einum hálvum ári síðani helt hann, at um hann skuldi fara undir lesnað, so var tíðin komin til tað. Hann vildi sleppa burtur frá Føroyum. Og hann tímdi ikki til Danmarkar, tí tað gjørdi tað ov lætt at hanga uppi í tí føroyska og Føroyum. So hann hugsaði fyrst um Ongland ella Skotland, áðrenn tankarnir fóru yvir um jørðina.
? At tað bleiv Ný Sæland var mest sum av tilvild. Ein vinur kom við uppskotinum, og eg helt, at tað ljóðaði spennandi, so eg fór út á netið at leita mær upplýsingar fram, greiðir havnarmaðurin frá.
Hann fann nøkur universitet, sum høvdu útbúgvingina, sum hann hevði ætlanir at taka. Hann sendi so umsóknir, og so var bólturin líka sum farin á rull.
? Síðani gekk tað skjótt. Orsøkin til, at tað júst bleiv Victoria University og Wellington er, at hetta var tað einasta universitetið, har útbúgvingin byrjar um summarið. Hinar byrjaðu allar í juli, og tað var ov stutt skoðbrá, sigur Andreas.
Nógvur vindur
Uttanfyri skínur sólin, men tað er eisini nógvur vindur. Og tað sigur Andreas, at hann ikki hevði væntað.
? Eg visti ikki, at tað var so nógvur vindur her. Hetta er næstan sum í Føroyum, bara lýggjari, sigur hann og flennir.
Wellington verður ofta kallaður Windy Wellington av ný sælendarum. Og tað er ikki av ongum. Býurin er sera eyðkendur, tí at tað eru eitt ótal av bakkum, har hús standa millum trø og runnar. Nógv hús standa sera ovarlaga, og har er tað serstakliga vindhart. So tað er ikki so langt við síðuna av at siga, at tá vindurin leikar í, at tað minnir eitt sindur um vetrarvindin í Føroyum.
Nógvir tjóðskapir
Andreas býr á einum næmingaheimi í forstatinum Karori, sum liggur umleið ein tíma til gongu frá universitetinum. Men flutningurin við bussi er ongin trupulleiki.
Á næmingaheiminum búgva nógv onnur, sum eru allastaðnis frá í heiminum. Andreas letur væl at. Hann sigur, at hann eftir bara einari viku er komin at kenna fleiri og hevur fleiri at halda saman við.
? Vit hava øll tað í felags, at vit eru komin higar at lesa, og øll vilja læra hvønn annan at kenna. So tað er ongin trupulleiki, sigur hann.
Men so at siga ongin veit, hvat tað er fyri eitt land, sum Andreas kemur frá.
? Tey flestu rista við høvdinum og vita ikki, hvat tað er. Tað er higartil bert ein, sum hevur hoyrt um Føroyar. Og viðkomandi var føddur í Hetlandi, so tað er kanska ikki so sjáldsamt, sigur Andreas smílandi.
Góða hjálp
Andreas letur væl at hjálpini frá Altjóða skrivstovuni í Føroyum, sum hevur hjálpt honum væl við peningaligu viðurskiftunum viðvíkjandi útbúgvingini.
Tað kostar 15.000 ný sælendskar dollarar um árið hjá einum útiseta at lesa í Ný Sælandi. Tað er umleið 60.000 krónur. Tað verður goldið av ÚSUN, sum er stuðulstovnur til lesandi føroyingar uttan fyri Skandinavia. Umframt hetta so fær Andreas SU úr Danmark.
? So sært tú, tað er so at siga ikki so stórur munur á at lesa her og so í Danmark. Fjarstøðan sjálvandi og so tað mentanarliga. Men mítt fyrsta inntrykk herfrá er so mikið gott, at eg ivist ikki í, at eg fari at trívast her, sigur Andreas Andreasen, sum byrjaði skúlan tann 17. november. Og fyri framman liggur eitt spennandi tíðarskeið, har hann uttan iva fer at uppliva mangt og hvat í einum fjarskotnum landi, meðan hann nemur sær útbúgving.