Stjórin á Rúsuni: Matstovurnar avgera sjálvar, hvat tær hava á vínkortinum

Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasøluni, sigur seg ikki vera samda í øllum kritikkinum, sum Leif Sørensen og Johannes Jensen bóru fram í Sosialinum fríggjakvøldið, har teir m.a. fýltust á úrvalið. Hon sigur, at teir kunnu fáa so at siga alt, teir ynskja til teirra matstovur

Í samrøðu við Sosialin í vikuskiftisblaðnum fýltust Leif Sørensen og Johannes Jensen, sum reka ávikavist Gourmet og Hotel Tórshavn og Hotel Føroyar, á føroysku rúsdrekkalógina.
Umframt at finnast at prísleguni í Rúsdrekkasølu Landsins, søgdu teir seg eisini vera ónøgdar við úrvalið.
 Við tí úrvali, sum Rúsan hevur at bjóða fólki, lærir tú fólk at drekka mongdarvín heldur enn góðskuvín. Eg tími ikki at koyra góðskuna hjá mær niður, men tað eri eg noyddur til við tí úrvali, sum er av víni, segði Leif Sørensen millum annað, og Johannes Jensen samanbar úrvalið á hvítvíni við eina kiosk í Jútlandi.
Elsa Maria Holm Olsen er stjóri á Rúsuni, og hon sigur, at tey eru opin fyri kritikki, men at hon ikki skilir júst handan kritikkin, tí úrvalið hjá Rúsuni er ikki bert tað, sum stendur á hillunum.
- Vit hava skyldu at veita kundanum ta vøru, hann ella hon ynskir. Tað er bert at koma við ynskinum, so bíleggur Rúsdrekkasølan vøruna og kundin fær tað, hann ella hon vil hava. Soleiðis er eisini við matstovunum.  Matstovurnar keypa vanliga ikki ta vøru, sum  Rúsdrekkasølan hevur standandi á hillunum Matstovurnar hava sum oftast serlig ynski til øðrvísi vøru, og so bíleggur Rúsdrekkasølan hesa vøru til matstovurnar. Sostatt hava matstovurnar júst tað, tey vilja hava á vínkortinum, sigur Elsa Maria Holm Olsen.
 
Prísirnir politiskt ásettir
 
Í vikuskiftisblaðnum fýltist Johannes Jensen eisini á, at eingin seljari frá Rúsini hevur verið hjá teimum tey seinastu 4 árini.
Til hetta sigur nýsetti stjórin, at endamálið hjá Rúsuni er at tálma nýtsluni, og tí hevur praksis higartil verið, at tey ikki fara út til viðskiftafólk at selja og harvið beinleiðis ávirka søluna, men at tað gera leverandørar harafturímóti av sínum eintingum, tá teir vitja í Føroyum. Leverandørarnir bjóða eisini matstovunum aðrar vørur, sum Rúsdrekkasølan hevur valt ikki at hava á hillunum. Um eitthvørt er, sum hotellini og matstovurna ynskja broytt, eru tey vælkomin at seta seg í samband við Rúsdrekkasøluna.
Stjórin leggur dent á, at tey eru til fyri kundarnar, men at prísirnar fáa tey ikki gjørt so nógv við, tí har hava tey lógarkarmar, sum eru politiskt ásettir.
Hinvegin metir hon ikki, at matstovurnar  hava nakran trupulleika, tá talan er um úrval, av tí tað ber til at bíleggja so at siga alt rúsdrekka í heiminum heim til Føroya gjøgnum rúsuna. Tó eru avmarkandi ásetinginar, tá tað kemur til øl og brennivín. Ølið má ikki vera sterkari enn 5,8 % og skal vera í íløtum, sum skulu endurfyllast við upprunaliga innihaldinum og brennivíni, sum ikki má vera sterkari enn 60 %.
Spurd um hetta ikki inniber, at keyparin noyðist at bíleggja í stórum nøgdum, sigur Elsa Maria Holm Olsen, at tað nýtist ikki at vera so. Tað ber til at bíleggja eitt slag av víni, og so fáa hetta heim við í einum vínkassa við 6 fløskum. At bíleggja ein vínkassa við 6 fløskum eigur ikki at vera nakar trupulleiki hjá einari matstovu.
- Fólk kunnu fáa øll sløg, tey vilja hava, tí vit kunnu útvega so at siga alt, sigur Elsa Maria Holm Olsen.
Eyka útreiðslur, kunnu tó standast av vørum, sum eru serliga torførar at fáa fatur á.
 
 
 
 
 
 
 
Fakta:
 
Í 2004 vóru 470 rúsdrekkasløg í fasta vøruúrvalinum (príslistanum), og Rúsdrekkasølan útvegaði
harumframt umleið 300 aðrar vørur eftir serligum ynski. Tað vóru serstakliga skeinkistøð og matstovur, ið gjørdu nýtslu av hesi tænastu. Í 2005 var fasta vøruúrvalið økt til næstan 500.
 
 
Søla av vørum á príslista var í 2004 72 mill.kr. ella 69% av allari søluni og vørur, sum ikki eru á príslista 33 mill.kr. ella 31% av søluni.
 
Fyri 2003 var lutfallið fyri vørur á príslista 65 mill.kr. ella 60% av søluni og vørur sum ikki vóru á
príslista 44 mill.kr. ella 40% av søluni.
 
 
 
Nýggjari hagtøl yvir úrvalið á hillunum:
247 sløg av víni
35 sløg av heitvíni
132 sløg av brennivíni
19 sløg av øli
 
íalt 490 sløg

 
Um ein fløska av víni kostar 100 krónur í Rúsuni, er býtið hetta:
 
Innkeypsprísur: 40 krónur
Frakt: 2 krónur
Tollur: 18 krónur
Mvg: 19, 50 krónur
Pant: 2,50 krónur
Vinningur: 18 krónur
 
 
 
Árliga sølan hjá Rúsdrekkasøluni er uml. 100.000.000,00 kr.
Umframt toll og MVG letur Rúsdrekkasøla Landsins eitt árligt avlop til Landskassan.
Í 2006 er avlopið ásett at vera: kr 11.848.000