Til Anniku Mittún Jacobsen

Annika Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóri, var skjót at koma við eini viðmerking til mína grein um Kringvarpið. Tað skal hon hava takk fyri

Sum eg lesi greinina, so er hon í verjustøðu, og hevur fingið ta fatan, at eg leggi Kringvarp Føroya undir at gera alt á dýrasta hátt. Tað var ikki ætlanin frá mínari síðu, og vil eg undirstrika, at eg vil als ikki Kringvarpinum nakað ilt. Eg royni bara at koma við einum góðum hugskoti, nú Kringvarpið er í eini truplari støðu.

 

Tað sum eg segði (og haldi fast við), er at sjónvarpsparturin, við verandi bygnaði, kostar meira, enn Kringvarpið klárar at forsvara, og tí er brúk fyri nýhugsan. Tað má Annika geva mær rætt í.

 

Annika ger, tíðliga í greinini, tað sum hon kallar “rættingar til nøkur faktuell ting í míni grein”. Hon sigur fyri tað fyrsta, at sendingarnar um Klaksvíksstríðið kostaðu ikki 500.000 krónur, men 35.000 pr. sending í eksternum útreiðslum, umframt fasta løn hjá teimum í Kringvarpinum, sum arbeiddu við sendingunum. Eg skilji bara ikki, hví hon so ikki eisini sigur, hvat hetta gevur tilsamans.

 

35.000 fyri hvørja sending, tað gevur 70.000 fyri báðar. Og so kemur lønin hjá kringvarpsfólkunum afturat. Talið sum eg nevndi (500.000) havi eg frá keldum í Kringvarpinum, men um so er, at talið er skeivt, so fari eg at heita á Anniku um at upplýsa, hvat rætta talið er, og eisini vil eg biðja hana upplýsa, hvat ein meðal senditími við føroyskum sjónvarpstilfari (framleitt í Kringvarpi Føroya) kostar at framleiða. Tað kundi verið áhugavert at fingið at vita.

 

Innanfyri ella uttanfyri

Næsta sokallaða ”rættingin av faktuellum feilum”, sum Kringvarpsstjórin ger av míni grein, er, at hon sigur, at Zacharias Hammer og onnur uttanfyri Kringvarpið gera framvegis sendingar fyri Kringvarpið. Tað er frálíkt, men eg dugi bara ikki at síggja, hví hon kallar hetta ein faktuellan feil hjá mær. Eg nevndi bara Zacharias Hammer sum eitt gott dømi um, hvat ein amatørur kann menna seg til, um hann fær loyvi til tað.

 

Men tá hon nevnir hetta við at fólk uttanífrá koma inn í Kringvarpið at gera sendingar, so ivist eg í, hvør verður roknað fyri at vera uttanfyri, og hvør er innanfyri. Eg meini so við – tá tú sleppur inn í hølini hjá Kringvarpinum, og sleppur at brúka tekniska útgerð hjá Kringvarpinum, og fært teknikarar hjá Kringvarpinum at hjálpa tær, og fært eitt gjald frá Kringvarpinum fyri arbeiðið, sum tú gert, ert tú tá ikki í roynd og veru í starvi hjá Kringvarpinum?

 

Tað sum eg mæli til, er at fólk uttanfyri, sum av berum áhuga brúka ein part av frítíðini til at gera sjónvarpssendingar, sleppa framat við tí, sum tey gera – og ikki minst, at tey fáa at vita, at tey hava henda møguleikan.

 

Fakligur stoltleiki

Viðvíkjandi tí fakliga stoltleikanum, sum Kringvarpsstjórin nevnir, so vil eg undirstrika, at tá eg mæli til at lova amatørunum framat, so merkir tað ikki, at allir journalistar skulu út. Sjálvandi eru journalistarnir bestir til at gera tíðindasendingar, men tað er ikki vist, at teir eisini eru bestir til at gera náttúrufilmar, videoløg, undirhaldssendingar, ungdómssendingar o.s.fr. Tað er har eg haldi, at onnur eiga at sleppa framat, uttan at tey harvið traðka á fakliga stoltleikan hjá journalistunum.

 

Annars hoyrdi eg nú ein morgunin í Útvarpinum, at Kringvarpsstjórin situr sjálv og ger eina sjónvarpssending, hóast hon onga útbúgving og ongar royndir hevur á tí økinum, og tað er júst tað, sum eg haldi, at onnur eisini skulu fáa høvi til, hóast atgongdin til tekniska útgerð og teknisk vegleiðing neyvan verður tann sama sum hjá stjóranum.

 

Góð ráð – hóast nógv ár ov sein

Annika endar greinina við at geva mær hesi ráðini: “ Far út og tak myndir, klipp, fortel eina søgu í myndum og kom so inn og vís okkum hana, so kunnu vit taka eitt prát um hetta.”

 

Eg takki fyri tilboðið, men má samtíðis siga, at tað verður helst av ongum á hesum sinni. Tað var tann tíð, tá eg javnan gjørdi júst tað, sum Annika nú biður meg gera, uttan at tað bleiv til meira enn “eitt prát um hetta”. Nú eri eg farin í annað starv, men míni ráð til Anniku eru framvegis: Lova amatørunum framat! – Ikki til eitt prát, men til at gera sendingar!