afturat, at fótbóltsspælið var gott, og at alt gekk heiðurliga fyri seg á vøllinum, sjálvt um so nógv stóð upp á spæl. Kappingarnevndin hjá FSF viðgjørdi málið á fundi í Hannover fyrrapartin í gjár. Har varð [...] Tað gongst striltið at fáa greiðu á, um EB/Streymur skal halda fram í bestu deildini, ella um B71 skal flyta upp aftur í 1. deild. Avgerðin skuldi havt verið fallin á Sandi týskvøldið. B71 vann 1?0. Málið [...] enn tað, sum teir skoraðu. Úrslitið var nett tað sama, sum tá EB/Streymur sunnudagin vann á heimavølli. So stóð á jøvnum 1?1. Reglurnar siga, at tá skal spælast tvær ferðir fimtan minuttir longd leiktíð
við eldhuga fóru undir seinasta dystin á árinum. Við kvikum uppspæli fingu teir ferð eftir ferð tagað heldur stirvnu VÍF verjuna sundur, og skjótt kom munur í á máltalvuni. Vestmenningar tóktust púrasta [...] at taka nakra ábyrgd á seg, og millum áskoðararnir tóktist óttin fyri tí óhugsandi at gera um seg. Skuldi tað veruliga gerast so, at gyltu dreingir teirra fóru at tveita alt burtur á seinasta leikdegi? Vendin [...] korterið varð denturin í nógv størri mun lagdur á undirhaldið. Áskoðararnir hjá gestunum klappaðu óført, tá John Zachariasen fyri fyrstu ferð í ár trein inn á vøllin, og fagnaðurin var ikki minni, tá tað
Smyril skal sigla einaferð um vikuna á Vág, og at tað er lógarfest, vísir aftur á sundurlyndið í okkum. Tad er eingin ivi um, at høvdu løgtingsmenn og bý- og bygdaráð gingið á odda og víst ein sterkan Suðuroyar [...] skúlaprojektið nú er endað vesturi á Vágseiði. Hví varð ikki hildið fast um upprunaætlanina? Tað kann hugast, at við einum skúladepil í Hovi, var eitt lítið fræ sátt har víst var á, at aðrir møguleikar eru í oynni [...] Hvar teir gjalda skatt er líkamikið í mínum hugaheimi. Tad er at undrast á, hví menniskja er so samansett sum tad nú einaferð er. Og hví fólk, sum ikki kunnu verða samt um felags mál - Suðuroynni at gagni
einsamallur. Ikki minst í einum dysti sum honum á Svangaskarði var stórliga brúk fyri einum sovornum manni. Tá KÍ næstsíðsta sunnudag eftir tógvið stríð vann 2?0 á FS Vágum, varð tað lagt eitt sindur upp til [...] at nú mundi botnurin vera náddur, og at nú mundu stigini fara at koma. Avrikið á Toftum var ikki ein staðfesting av hesum. Á KÍ liðnum vóru tríggir spælarar, sum ikki vóru í nóg góðari venjingarstøðu at [...] gjørdi tað uppaftur minni hugaligt hjá klaksvíkingum. Alt gekk undan Fyrstu løtuna vóru eingir málmøguleikar, men í 17. minutti fekk B68 hol á. Arnold Joensen sendi horna innfyri úr vinstru, og Súni Fríði
ferðir á rað hevur verið við undirlutan í grannauppgerðini í bestu mansdeildini. Soleiðis var støðan tó undan dystinum mikukvøldið, og einki er at ivast í, at hetta var nakað, sum leikararnir á kyndilsliðnum [...] l stig upp á spæl, man ikki hava gjørt stríðsviljan hjá Kyndli minni, og hetta tóktist eisini sjónligt fyrstu løtuna av dystinum. Bert hepnið restaði Kyndil var nevnliga klárt betra liðið á leið fyrsta [...] væl, so hevði neistaliðið ivaleyst verðið køvt longu í byrjanini av dystinum. At tað kortini ikki gekk soleiðis, komst serliga av tveimum fyribrigdum. Annað av hesum var, at hepni so at siga als ikki var
settu strandingar av álvara ferð á, og eftir einans 8 minuttum høvdu teir tikið seg upp á 9-4. Hesa løtuna sýndu StÍF sera skjótt og einfalt spæl, og grønu menninir á mótstøðuliðnum vistu ikki síni livandi [...] sítt time-out til at fáa skil upp á leikararnar, byrjaði Kyndil at ota seg upp móti strandingunum. Teir megnaðu eisini at koma upp á javnleik, fyrst 12-12 og síðani upp á 15-15. Hetta seinasta korterið av [...] meðan Lars var á veg niður. Long tíð gekk, áðrenn Sophus gjørdi av at skifta málverja, men Gunnvald Lützen, sum loysti Lars av, megnaði heldur ikki at órógva mótleikararnar nakað serligt. Frøin á strandingum
hava Áka Olsen við á liðnum, tá teir komandi dystin skulu inn á Skála at royna seg í torføra útidystinum móti KÍF. Møtti ikki Nú fekk reyða kortið til Áka ikki nakra avgerandi ávirkan á dystin, og hetta [...] stríddust tað teir vóru mentir, meðan neistaliðið hinvegin ikki tóktist vera vaknað. Hóast leikur gekk javnt á, so var talan um somikið óskipað spæl, at tað dysturin ongantíð fekk rættuliga fatur í áskoða [...] Vagnur at fingið einar tveir minuttir á beinkinum, og var tað ivaleyst hetta, sum viðhaldsfólkini hjá Neistanum ilskaðust um, tá tey við ókvæmisorðum deildu inn á dómaraparið. Seinni í dystinum átti Petur
suðuri í Vági sunnudagin. Tá 6 minuttir restaðu av dystinum legði heimaliðið seg á odda 17-16, men eftir hetta sat Neistin á øllum, og vunnu við sannførandi tølunum, 22-17. Gott verjuspæl Fyri nøkrum árum [...] nakrar túrar út á beinkin, so var hetta við til at bremsa heimaliðnum. Eisini vóru havnargenturnar sera skjótar, tá rennast skuldi fram, og fingu tær fleiri mál eftir skjót mótálop. Vent á høvdinum Við [...] hevur ávirkað sjálvsálitið á leikarunum. Hesu ferðina fóru tær so niður við nakkanum móti einum neistaliði, sum í løtuni ikki er í nánd av gamlari styrki, men sum hóast hetta fer á vøllin fyri at vinna hvørja
sum gekk út, tí eg hevði sum so ongantíð havt ítøkiligar ætlanir um at gerast sniðgevi. Men mær hevur altíð dámt væl at staðið frammanfyri speglinum við teppum og dýnum, og hildið teimum um meg á ymsar [...] høvdu alla list og gjørdu alt møguligt. So valdi man seg inn á special evni, og eg valdi at lesa til costume designer ella sniðgeva, sum tað eitur á føroyskum, sigur Elisa. Lívið sum supermodell Hon sigur, [...] fartelefonina. Men eg klári tað ikki for leingi í senn, so sakni eg at hava ferð á gerandisdegnum aftur. Hon sigur, at hon av og á gloymir hvussu heldig hon er og hvussu langt hon í veruleikanum er komin. -Man
siga lá eftir á og fraklendingar settu skránna einsamallir. Ein skúli og hernaður var bygdur upp frá neðra á uppruna kommunistiskt demokratiskan hátt, við hugsjónarligum proysiskum aðalsmonnum á odda td. [...] fólk og millum tað og eitt annað, um enn aldargamalt á staðnum, so kent sum fremmant. Risaríkishugsan Í heimspekisligum samanhøpi er henda tvígonga á tann hátt, at sosialdemokratiska arbeiðsmannarørslan [...] kríggstøkni lært alt í einum og eru fólk herfrá í flestu førum á odda í hesum londum í dag. Í minni mun innanfyri eina europeiska kirkju á staðnum eru leiðarir komnir fram. Mutur Í seinastu atløgu fullu