So vann Kyndil á teimum bláu

Eftir at teir seks landskappingardystir á rað hava verið við undirlutan móti grannunum, eydnaðist Kyndli mikukvøldið at vinna á Neistanum, og sigurin var fult uppiborin

 

Neistin-Kyndil 20-23 (10-10)


Hondbóltur


Neyvan man tað vera hent fyrr í søguni hjá teimum báðum havnarfeløgunum, at Kyndil seks ferðir á rað hevur verið við undirlutan í grannauppgerðini í bestu mansdeildini.

Soleiðis var støðan tó undan dystinum mikukvøldið, og einki er at ivast í, at hetta var nakað, sum leikararnir á kyndilsliðnum ætlaðu at gera sítt til fyri at forða. At tað harumframt stóðu sera týdningarmikil stig upp á spæl, man ikki hava gjørt stríðsviljan hjá Kyndli minni, og hetta tóktist eisini sjónligt fyrstu løtuna av dystinum.


Bert hepnið restaði

Kyndil var nevnliga klárt betra liðið á leið fyrsta korterið.

Verjan riggaði væl. Skjótingarnar millum leikararnir vórðu framdar somikið skjótt og væl, at tað at kalla var ógjørligt hjá Neistanum at spæla seg ígjøgnum. Tað einu ferðina vórðu teir enntá dømdir fyri nøl við einum manni í yvirtali. Blokkarnir sótu eisini har teir skuldu, og hevði týdningarmesti parturin av álopsspælinum, nevnliga skotroyndirnar, riggað eins væl, so hevði neistaliðið ivaleyst verðið køvt longu í byrjanini av dystinum.

At tað kortini ikki gekk soleiðis, komst serliga av tveimum fyribrigdum. Annað av hesum var, at hepni so at siga als ikki var við kyndilsliðnum, tá skjótast skuldi. Í øllum førum man innarasíðan av stólpunum í málinum á Hálsi vera nakað tynri nú eftir dystin, enn hon var undan dystinum.

Hitt var, at Ørvur Heimbø í neistamálinum stóð ein sera góðan dyst, har hann fleiri ferðir bjargaði skotum frá at kalla fríum mótleikarum, tá Kyndil ferð eftir ferð við skjótum álopsspæli fór ígjøgnum neistaverjuna.


Fullu aftur á

Sostatt eydnaðist ongantið veruliga hjá Kyndli at sleppa leysir hesa fyrstu løtuna. Nakað inn í dystin fingu teir tó opna nøkur mál niður til Neistan, men ístaðin fyri at halda fast um og útbýggja hesa leiðslu, fóru teir brádliga at taka sær av løttum.

Verjan tóktist als ikki nóg sterk longur, og neistaliðið slapp nú væl longur inn at skjóta, og fram móti endanum kundi Áki Mørk gera sær dælt av hesum tríggjar ferðir á rað, soleiðis at talan gjørdist um javnleik.


Tamt í seinna

Tað vísir seg ofta, at hevur eitt lið fyrst sett ferðina niður, so er ógvuliga torført at vinda hana upp aftur, og soleiðis var eisini við Kyndli mikukvøldið.

Teir vóru tó eisini við yvirlutan allan seinna hálvleik, men avrikið gjørdist ongantíð so sannførandi, sum fyrsta korterið av dystinum.

Tíðliga í seinna hálvleiki hevði Neistin millum annað tvær útvísingar á rað, harav tann hjá Jákup Sverra væl kundi verið beinleiðis reytt, men heldur ikki tá eydnaðist Kyndli veruliga at fara avstað.

Teir fingu tó økt munin upp í eini fimm mál, tá hann var størstur, og tá tóktist tað eisini greitt, at dysturin mundi hava funnið sína avgerð. Neistin fekk minkað nakað um munin aftur, men spenning fingu teir ikki í dystin. Heldur ikki hóast teir at enda royndu at skifta málverjan við útileikara, so teir í álopsstøðu royndu seg við sjey móti seks.


Jónleif var framúr

Sæð burtur frá fyrsta korterinum, tá kyndilsliðið virkaði sum ein væl skipað eind, so mundi tað serliga vera Jónleif Sólsker, sum skaraði framúr mikukvøldið.

Royndi neistaliðið at koma út á vøllin at verja, gav hann í fleiri førum dømi um, hví hann verður mettur millum bestu spælskipararnar í landinum, tá hann nærum sletti bóltin inn um verjuna til fríar viðleikarar. Í seinna hálvleiki royndi Neistin at forða fyri hesum, við at verja longur inni, men hetta førdi við sær, at Jónleif slapp nærri málinum, og tá skotini so fullu, var lítið at gera hjá Ørvi.

Sami Ørvur mundi annars vera besti maður á neistaliðnum hetta kvøldið. Fyri uttan hann, kundi væl verið, at tapið hjá teimum bláu hevði verið nógv størri enn trý mál.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Jacob Jonsson 6, Jákup Sverri Kass 5, Ári Rouch 4(1), Áki Mørk 4, Helgi Justinussen 1

Kyndil: Jónleif Sólsker 9(2), Hans Áki Dahl Christiansen 4(1), Rúni Poulsen 3, Bjarni Wardum 3, Heini Bendtsen 3, Janus Einar Sørensen 1

Brotskøst: Neistin 3, Kyndil 4

Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 5

Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Dánjal Hansen. Tóktust til tíðir ókonsentreraðir í dømingini, og høvdu tí fleiri skeivar metingar. Royndu hinvegin at leggja eina greiða linju, sum teir so nøkunlunda megnaðu at halda.