VB ? Neistin 17-22 (10-13)
Tað kundi verið líkt til, at tað var ein betri venjingarstøða, sum tryggjaði Neistanum sigurin suðuri í Vági sunnudagin. Tá 6 minuttir restaðu av dystinum legði heimaliðið seg á odda 17-16, men eftir hetta sat Neistin á øllum, og vunnu við sannførandi tølunum, 22-17.
Gott verjuspæl
Fyri nøkrum árum síðani stóð dysturin um FM-heitið hjá kvinnum millum Neistan og VB. Sum kappingin tá varð skipað, so varð talan at enda um eina finalu millum hesi lið, og eftir tríggjar sera tættar og spennandi dystir, eydnaðist at enda neistakvinnunum at vinna FM-heitið. Stóra hetjan tað ferðina varð Hildur Sørensen, sum gjørdi munin, tá alt skuldi avgerast við brotskøstum.
Á ein hátt ber eisini til at siga, at tað eisini hesu ferðina vórðu brotskøstini og málverjarnir, sum avgjørdu dystin. VB hevði ikki færri enn 7 brotskøst, men einans 2 teirra endaðu í málmeskunum, og júst 5 mál varð munurin millum liðini bæði tá avtornaði. Helena Dam og Hildur Sørensen skiftust hendan dagin um at standa í málinum, og komu báðar rættuliga væl frá hesi uppgávu.
Tað vórðu tó ikki brotskøstini einsamøll, sum avgjørdu dystin, tí verjan hjá útiliðnum riggaði betri enn hon hevur gjørt fyrr í ár. Allar stríddust tær av lívsins kreftum, og hóast hetta kostaði nakrar túrar út á beinkin, so var hetta við til at bremsa heimaliðnum.
Eisini vóru havnargenturnar sera skjótar, tá rennast skuldi fram, og fingu tær fleiri mál eftir skjót mótálop.
Vent á høvdinum
Við kappingarársbyrjan, og kanska serliga eftir at fyrstu dystirnir vóru leiktir, vóru helst mong, íroknað hesin blaðmaðurin, sum roknaðu við, at VB genturnar fóru at verða tungar at syfta.
Ta gekk eisini sera væl fyrstu dystirnar, hóast tær móti júst Neistanum tveittu eitt heldur óneyðugt stig burtur, men seinastu tíðina hevur einki borið til har suðuri.
Gamaní, so hava trý av teimum 4 tapinum verið móti liðum, sum tey flestu rokna millum medaljukandidatar, men tapini hava verið somikið greið, at hetta helst hevur ávirkað sjálvsálitið á leikarunum. Hesu ferðina fóru tær so niður við nakkanum móti einum neistaliði, sum í løtuni ikki er í nánd av gamlari styrki, men sum hóast hetta fer á vøllin fyri at vinna hvørja ferð.
Við einum avbera positivum hugburði, hava neistakvinnurnar eisini megnað at vent gongdini, soleiðis at tær nú eru væl og virðiliga leysar av aftasta plássinum, eins og tær so smátt eru farnar at nærkast grannunum og tvífaldu føroyameistarunum úr Kyndli.
Við kappingarársbyrjan vóru tað helst fá, sum høvdu væntað at so fór at vera, og teir fyrstu dystirnar sá eisini út til, at tey svartskygdu fingu rætt. Alt vendist tó eftir dystin móti tjaldrinum, sum síðani varð fylgdur upp við einum sigri á Kyndli. Seinasta vikuskifti taptu tær so aftur, men hetta sá ikki út til at ávirka liðið stórvegis.
Tað er eingin loyna, at Ileana Manolescu nú er um at koma rættuliga fyri seg á neistaliðnum, og hetta hevur gjørt sítt til, at Inga ikki longur er einsamøll í verðini. Eisini er Katrin á Neystabø komini fyri seg aftur, og hevur neistaliðið tískil brádliga fleiri skjúttar.
Hetta hevur so aftur havt við sær, at tað verður betri pláss til aðrar leikarar, og sæst hetta eisini aftur hjá fleiri teirra. Har umframt er Rúna Wardum so smátt við at koma í gongd aftur, eftir at økslin var farin úr lið fyrr í heyst, og gerast álopskortini hjá liðnum tískil enn betri.
Í málinum stendur bara heilt væl til hjá neistaliðnum. Sunnudagin vóru tað Hildur og Helena, sum høvdu hesa uppgávuna, og har umframt hevur neistin ein frálíkan 3. málverja í Óluvu, og man hetta bert vera at meta sum ein positivur trupulleiki hjá venjaranum, Rene Kristensen. Ein trupulleiki, sum higartil er loystur á tann hátt, at tær tríggjar hava skiftst um at sitið heilt uttanfyri hópin.
Dysturin í tølum:
VB: Regina Rádó 7(2), Gurið Mortensen 4, Rannvá Augustinussen 2, Christian Holm 2 (1), Sólrun Krosslá 2
Neistin: Ileana Manolescu 8 (5), Inga F. Danberg 4, Katrin á Neystabø 3, Mildrið Jacobsen 3, Gunnleyg Berg 3, Susan Brockie 1
Brotskøst: VB 7, Neistin 6
Útvísingar: VB 3, Neistin 5
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen