B68 setti KÍ so rudduliga upp á pláss

Í stórtapinum á Svangaskarði var tað ógvuliga týðuligt, at klaksvíkingar framvegir eru heilt illa fyri

 

Fótbóltur


Eftir B68 tapið í Gøtu mikukvøldið søgdu vit, at hugburðurin hjá toftamonnum var góður, og at teir ivaleyst kundu brúka hann í komandi dystunum.

Sunnudagin hevði B68 vitjan av KÍ, og tað var eingin ivi um, hvat liðið hevði betri hugburð, og hvat liðið hevði meiri at bjóða uppá. B68 vann 4?0, og teir høvdu møguleikar at skjóta uppaftur fleiri mál. Onkra ferðina í 2. hálvleiki, tá yvirtakið hjá heimaliðnum var sera sjónskt, og møguleikarnir vóru upplagdir, vardi tvørtræið, og onkra aðra ferðina vardi Meinhard Joensen í KÍ málinum væl fyri.


Eingin tyngd og sjálvsálitið er burtur

Hjá klaksvíkingum vóru allir spælararnir tøkir uttan Alexander Djordjevic. Hann hevði meitt fótin undir venjing, og sjálvsagt var tað stórur saknur í honum. Alexander er førur fyri at temja bóltin og at avrika nakað einsamallur. Ikki minst í einum dysti sum honum á Svangaskarði var stórliga brúk fyri einum sovornum manni.

Tá KÍ næstsíðsta sunnudag eftir tógvið stríð vann 2?0 á FS Vágum, varð tað lagt eitt sindur upp til, at nú mundi botnurin vera náddur, og at nú mundu stigini fara at koma. Avrikið á Toftum var ikki ein staðfesting av hesum.

Á KÍ liðnum vóru tríggir spælarar, sum ikki vóru í nóg góðari venjingarstøðu at spæla í bestu deildini, og tað er einki at siga til, um tað viðhvørt tykist sum um unglingaspælararnir eru eitt sindur moyrir. Teir spæla í hvussu so er tvær ferðir um vikuna og viðhvørt tríggjar ferðir.

Alt hetta hevði við sær, at eftiransingarnar ikki vóru nóg tættar, og tað var lítil broddur í framrættaða spælinum. KÍ hevði í øllum dystinum tvey forkølaði skot innanfyri málkarmin, og tað er einki at siga til, at tað í einum slíkum føri gongur út yvir lagið og sjálvsálitið. Tað kom so at siga ikki fyri, at ein KÍ spælari bjóðaði av ein ímóti einum og vann avbjóðingina, og so sigur tað seg sjálvt, at tað ber illa til at fáa nakað serligt burturúr.

At mótstøðumenninir fingu fleiri mál, sum boðaðu frá, at avtalurnar í verjupartinum sviku, gjørdi tað uppaftur minni hugaligt hjá klaksvíkingum.


Alt gekk undan

Fyrstu løtuna vóru eingir málmøguleikar, men í 17. minutti fekk B68 hol á. Arnold Joensen sendi horna innfyri úr vinstru, og Súni Fríði Johannesen var púra leysur við nærra stólpan, tá hann stútaði til 1?0.

Tað lá í luftini, at tað heldur fór at vera heimaliðið enn gestirnir, sum fóru at fá mál, og lítla løtu undan steðginum gjørdist hetta veruleiki. Eftir at KÍ hevði vunnið bóltin í egnum brotsteigi og royndi at byggja upp, mistu teir eftir tvørsending í høgru. B68 gjørdi skjótt av, bólturin varð spældur í vinstru til John Hera Dam, sum legði flatt innfyri, Súni Fríði Johannesen hevði ryggin ímóti málinum og trillaði út frá til Fróða Benjaminsen. Meinhard Joensen megnaði ikki at halda flata skotinum, bólturin fór akkurát um strikuna, og teir reyðu fóru at hvíla seg við røttum ryggi, meðan teir bláu hingu við høvdinum.

Í 2. hálvleiki gjørdist munurin uppaftur meiri eyðsýndur. Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen stýrdu miðvøllinum, Jan Petersen stýrdi verjuni, og Oleif Joensen og Messias Perreira høvdu ongar trupulleikar at halda KÍ álopsmonnunum.

Arnold Joensen skoraði triðja málið beinleiðis upp á horna úr vinstru, og tá B68 fekk fjórða málið, átti Súni Fríði Johannesen síðsta heimafótin. Tað sigur ikki so lítið um verjuspælið, at høgrabeinti spælarin slapp at snara um seg sjálvan ? til høgru, sjálvandi ? áðrenn hann næstan av baklinjuni sendi innfyri. Ólukkutíð fyri klaksvíkingar rakti bólturin í fótin á einum av teirra monnum og so var 4?0.

B68 hevur við sigri ímóti HB møguleika at fara í hugaliga summarfrítíð, meðan tað einki er at siga til tað, um klaksvíkingar stúra fyri, at teir komandi vikuskifti skulu spæla í Gøtu.


B68-KÍ 4-0 (2-0)

1-0: Súni Fríði Johannesen 15

2-0: Fróði Benjaminsen 44

3-0: Arnold Joensen 76

4-0: sjálvmál (Jan Andreasen) 80

Dómari: Suni Johansen (SÍF)


B68: Magnus Poulsen ? Oleif Joensen, Jan Petersen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen

KÍ: Meinhard Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Ove Nysted ? Harley Bertholdsen, Fríðin Ziskason, Símun Joensen, Jan Joensen, Allan Joensen ? Tomislav Sivic, Hjalgrím Elttør