Tvøramenn og vágbingar á einum máli!

Tað var heldur sjáldsamt at hoyra, at borgarstjórin á Tvøroyri og borgarstjórin í Vági vóru púra samdir um, at "tilhoyrandi" løgtingsmenn skuldu gjalda skatt á Tvøroyri og í Vági og als ikki í Havn.

Hvar teir gjalda skatt er líkamikið í mínum hugaheimi. Tad er at undrast á, hví menniskja er so samansett sum tad nú einaferð er. Og hví fólk, sum ikki kunnu verða samt um felags mál - Suðuroynni at gagni, kunnu verða púra samd, tá tað um eins egnu kommunu ræður.
Suðuroyggin er jarðfrøðisliga ein long og smøl oyggj. Vit liggja longst vekk frá øðrum oyggjum. Og eru tí í eini ella aðrari serstøðu. Vit eru mangan í andstøðu við restina av Føroyum, tí vit onkursvegna kenna okkum gloymdan ella aftur úr sigldan. Nøkur eru vit tó, sum eftir lokna útbúgving ella eftir at hava búð í fremmandum londum, tilvitað flyta aftur til Suðuroynna. Henda vakra oyggin hevur onkursvegna ligið og lokkað. So sum árini ganga og ein við tíðini aftur verður lokalur, eru tað mangir spurningar, ið stinga seg upp. Hví hava fólkavaldir løgtinsmenn úr Suðuroy enn ikki klárað at fáa okkum tunnulin millum Øravík og Hov? Tað er heilt víst, at um teir høvdu samstarvað, staðið sterkir sum ein maður, so var tunnulin fyri fleiri árum síðani veruleiki. Somuleiðis kundu vit spurt? Hví skulu vit nú fara at byggja tvær stórar og kostnaðarmiklar havnir út í Suðuroy? Vit suðuroyingar kunnu væl saktans samstarva og góðtaka at ein góð nýggj havn til nýggja Smyril, nýggju Norrønu ella hvat stórt skip tað skal vera er ivaleysa gott!
Hví ikki bara verða samt um at sigla á Tvøroyri, og so kundu tit brúkt hasar 20 mill.( ella hvat tað fer at kosta at útbyggja havnina í Vági), til at gera tunnil og tveysporaðan veg heilt av Tvøroyri suður til Vágs. Hetta at Smyril skal sigla einaferð um vikuna á Vág, og at tað er lógarfest, vísir aftur á sundurlyndið í okkum. Tad er eingin ivi um, at høvdu løgtingsmenn og bý- og bygdaráð gingið á odda og víst ein sterkan Suðuroyar felagsanda, so hevði nógv kunna verið øðrvísini í Suðuroynni. Einki kemur í ein knýttan neva, ein má tora at vísa opinleika, tora at missa, tora at hugsa nýtt og vísa á annan hugburð. Hetta at Tvøroyri "eigur" norðaru helvt av oynni og Vág "eigur" sunnaru helvt av oynni, er heilt burturvið og byggir einki upp. Havi hoyrt skilamenn úr Vági siga, at teir heldur skuldu doyð enn arbeitt á Tvøroyri. Hvat er hetta fyri arvur at geva yngra ættarliðnum? Slíkir menn eru ikki skilamenn longur. Slíkar hugsanir skapa einki.Deyðin er lættur at nevna, men ringur at fevna.
Um vit hugsa um miðnámsskúlan í Suðuroy, so hevur skúlin eina langa søgu. Aftur her er tað sundurlyndið í okkum suðuroyingum, ið ger, at skúlaprojektið nú er endað vesturi á Vágseiði. Hví varð ikki hildið fast um upprunaætlanina? Tað kann hugast, at við einum skúladepil í Hovi, var eitt lítið fræ sátt har víst var á, at aðrir møguleikar eru í oynni - enn Vágur og Tvøroyri. Frá einum av okkara nógvu landstýrismonnum í mentamálum fingu tvøramenn Heilsuskúlan sum plástur á sárið, so teir hava sum so einki sagt nú Miðnámsskúlin er farin vestur um Gjógvará.Í Suðuroy er tað einki sum eitur eitt felags oyggjarynski, ein felags ætlan, sum t.d.vísir hvar ymisku skúlarnir, stovnar ella arbeiðsplás skulu vera. Ella at hugsað verður, hvat siga smærru kommunurnar til, hetta ella hatta. Ella at smærru kommunurnar siga til, at hetta ella hatta finna vit okkum ikki í. Eitt er so heilt víst, at um eg gekk hús úr húsi og spurdi fólk, hvat tey hildu, so høvdu so gott sum øll ikki funnið seg í, at vit enn einaferð byggja tvær "atlantshavnir" út til eitt og sama endamál.
Eitt ynski havi eg: Lati ikki Øravík-Hov tunnulin verða eitt politislt mál, valagn ella vallyftið.Hetta lyftið hava vit suðuroyingar fyri nógvum árum síðani fingið lovað frá øllum politiskum flokkum. Standa vit suðuroyingar ikki saman, saman óansæð politikk, bygdaklandur og uppruna. Ja, so tapa vit og verða ein oyggj, har tey ungu ikki flyta til aftur.
Samanhald kemur ikki av sær sjálvum. Tað er bara ein sjálvur, ið kann læra seg sjálvan, at hugsa gott, nýtt og øðrvísi.