Vunnu á skelkinum

Kyndil-VÍF 21-28 (12-14):
Kyndil legði fyri sum eitt óløgi, og mundi tikið VÍF á bóli, men meistararnir ressaðust, og seinastu løtuna var eingin ivi um, at gullið var heima

Hondbóltur ? menn

Vestmenningar komu mansterkir til Havnar leygardagin. 20. meistaraheitið í manshondbólti skuldi fáast til høldar, og neyvan kundi hetta gerast betri enn við einum sigri á arvafíggindanum úr Kyndli.

Kyndil hevur ikki havt fyrndarinnar styrki hetta kappingarárið, og tí var roknað við, at VÍF uttan stórvegis hóvasták skuldi tryggja sær sigurin. Í hvussu so er mundi hetta vera tað, sum flestu áskoðararnir hildu, tó at leikararnir ikki tóku nakað fyri givið.
Útlitini hjá Kyndli fyri at spæla vestmenningum eitt puss, gjørdu tó sítt til, at teir grønu við eldhuga fóru undir seinasta dystin á árinum. Við kvikum uppspæli fingu teir ferð eftir ferð tagað heldur stirvnu VÍF verjuna sundur, og skjótt kom munur í á máltalvuni.
Vestmenningar tóktust púrasta skelkaðir av dystargongdini. Eingin leikari tóktist hava hug at taka nakra ábyrgd á seg, og millum áskoðararnir tóktist óttin fyri tí óhugsandi at gera um seg. Skuldi tað veruliga gerast so, at gyltu dreingir teirra fóru at tveita alt burtur á seinasta leikdegi?

Vendin
Tað óhugsandi var kanska hugsandi, men so gjørdi VÍF-venjarin sær dælt av einum av nýggjaru vápnunum í hondbólti. Time-out varð tikið við støðuni, 8-2, og nú fór at muna. Leikarar fluttu seg brádliga fyri hvørjum øðrum. Við Jón Nielsen í málinum gjørdist verjan munandi tættari, og í álopinum fór fyrst og fremst Ingi Olsen nú veruliga at gera um seg.
VÍF skeyt átta mál á rað, áðrenn nakað aftursvar hómaðist, og nú var tað Kyndil ,sum átti tørn at standa sum kánus. Einki bar til, og so hvørt sum bóltarnir fóru sendandi handan Johan Danielsen, tóktust leikararnir alt meira ráðaleysir. Seinastu løtuna undan steðginum gekst aftur nakað betri, men tað tóktist tó greitt, hvønn vegin tað gekk.
Og vestmenningar staðfestu hesa gongdina alt fyri eitt eftir steðgin. Úr tveimum varð munurin øktur upp í fimm mál, og so var fyri sovítt bara at halda tørn.

Undirhald
Tá tað eisini stóð greitt hjá Kyndli, at alt var avgjørt, kundu bæði liðini at kalla taka sær av løttum seinastu løtuna. Ikki soleiðis, at tey einki løgdu í dystin, men hetta seinasta korterið varð denturin í nógv størri mun lagdur á undirhaldið. Áskoðararnir hjá gestunum klappaðu óført, tá John Zachariasen fyri fyrstu ferð í ár trein inn á vøllin, og fagnaðurin var ikki minni, tá tað eisini eydnaðist honum at skora.
Somuleiðis vóru rópini óføra hørð, tá Áki Olsen var nær við at skora, eftir eitt álop, sum hann byrjaði á beinkinum, men síðani kom inn ístaðin fyri málverjan hjá liðnum, og so gjørdi tað ikki alt verri, at tað vórðu málverjarnir báðir, sum slutt at enda dystin. Fyrst skoraði Johan upp á sítt brotskast, men tá Jón løtu seinni skuldi gera honum hetta eftir, kiksaði hann. Bólturin fór í málið, men traðkað var yvir linjuna. Spell, men hvat so? VÍF hevði tryggjað sær meistaraheitið, og áskoðararnir tustu inn á vøllin við blómum og øðrum tilhoyri, og so var bert eftir hjá leikarunum at fegnast.

Samanumtikið kann neyvan sigast annað, enn at meistaraheitið hjá VÍF var uppiborið. Gjøgnum árið hava teir verið mest støðuga liðið, og tó at fleiri av týðandi leikarunum hava verið burturi frá við skaðum, so hevur hópurin verið nóg breiður til eisini at taka hetta.
Og so hevur liðið havt tann eginleikan, at teir vita, nær tað ræður um at gera um seg. Fleiri ferðir hava dystir verið á vágskálini, og ofta hevur tap ella í besta føri javnleikur staðið á skránni, men mest sum hvørja ferð hava teir kortini koppa øllum í seinastu løtu. Tað ber boð, um eitt lið, sum torir at taka ábyrgd, sum torir at vinna og sum fyrst og fremst vil vinna, og tað eru týdningarmestu eginleikarnir, um eitt meistaraheitið skal fáast til høldar.
Hjartaliga tillukku VÍF!

Dysturin í tølum
Kyndil-VÍF 21-28 (12-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 8(4), Ken Zachariasen 4, Bárður Johannesen 3(2), Regin Johannesen 2, Jóhan Danielsen 1(1), Jónleif Sólsker 1, Josef Abrahamsen 1, Hans Andrias Dahl 1
VÍF: Sámal Joensen 10(8), Ingi Olsen 8, Áki Olsen 3(1), Agnar Joensen 3, Ragnar Zachariasen 2, Rógvi Nielsen 1, John Zachariasen 1
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 9
Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen .