Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í einum hjalli í Leirvík náttina til mánadag. Tjóvurin hevði brotið heingilásið úr rimahurðini í hjallinum, har hann hevði tikið 15-20 gulløl [...] viðkomandi var, ið hevði brotið inn í hjallin. Tá in.fo tosaði við vakthavandi á løgreglustøðini fyrr í dag, kannaði løgreglan enn málið. Annars fekk løgreglan fyrr í morgun eina fráboðan um grind. Onkur
Kaj Leo Í Bartalsstovu heldur fram í Víkingi komandi kappingarár. Bóltsnillingurin hevur ætlanir um at royna seg í yrkisfótbólti, men hevur nú gjørt ein eitt ára sáttmála við Víking. Steypavinnararnir [...] úr Gøtu og Leirvík hava tryggjað sær, at teir hava pappír upp á ein tann mest spennandi føroyska fótbóltsspælaran komandi kappingarár. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur royndarvant í hollendskum fótbólti og [...] ætlan um at royna seg úti í stóru verð, men enn hevur tað ikki eydnast at funnið eitt felag. Nú hevur 21 ára gamli vongurin gjørt ein eitt ára sáttmála við felagsliðið, sum í fjør vann steypakappingina
fyri tíðina og liðið liggur í løtuni undir niðurflytingarstrikuni í 1.deild. Nú hevur felagið eisini boðað frá, at venjarin hevur takkað fyri seg. Jan Mølvad Laursen hevur í vikuni boða frá, at hann heldur [...] avloysara, sum kann taka yvir eftir danan. Liðið skal longu í dyst aftur í annaðkvøld, tá EB/Streymur tekur ímóti við Margáir. Hinir dystirnir í 1.deild verða leygardagin. [...] heldur ikki fram sum venjari hjá FC Hoyvík. FC Hoyvík tapti mánakvøldið 3-0 í Leirvík móti Víkingi. Tapið gjørdi, at FC Hoyvík nú er at finna undir niðurflytingarstrikuni. FC Hoyvík arbeiðir nú við at finna
Gøtuskipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi eystur av bankunum. Teir brúktu ta nýggju pumpuskipanina, so tað var Tróndur í Gøtu, sum hevði trolið úti, og hitt [...] við bili og arbeiddur á Tavuni í Leirvík og hjá TG Seafood í Hvalba, skrivar reiðaríið hjá teimum báðum skipunum á heimasíðuni. [...] Makrelurin vigaði knappliga 300 gram í meðal, sum er vanligt hesa tíðina á árinum. Fitin var millum 19 og 12 prosent. Finnur Fríði var á Runavík, har makrelin fór upp í tangar og síðani bleiv fluttur við
sólin sum er upprunin til alt. Hesi framúrskarandi fyribrigdi koma í Eysturkommunu. Sólin sæst rísa í Gøtu, og hon sæst fara í kav úr Leirvík. Búmerkið myndar sólina og vísir veg við síni kumpassrósu. Búmerkið [...] Í samband við móttøkuna varð nýggja búmerkið hjá Eysturkommunu avdúkað. Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hevur teknað nýggja búmerkið. Um búmerkið er at siga: Sólin rísur og sólin fer í kav – sólin [...] og her streymar nógv megið úr. Eisini er tað lætt at kenna. Vit hava myndafrásøgn frá móttøkuni í blaðnum í morgin.
Fær landsstýrismaðurin í vinnumálum fulla vissu fyri, at Løgtingið er sinnað at broyta lógina um vegaføringina í Leirvík, kemur málið í Tingið. Fyribils fær tað onga ávirkan á málið um tunnilsvegin ígjøgnum [...] Djurholm, landsstýrismaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann fer ikki at taka nakað stig í málinum. -Men fái eg fulla vissu fyri, at meirilutin í Løgtinginum er til reiðar at broyta lógina, eri eg sinnaður [...] ígjøgnum Leirvíkar bygd, at meirilutin í bygdarráðnum hevur biðið tingmenn broyta lógina, so vegurin kann flytast niðan um bygdina. Landsverk heldur eisini fram við sínum fyrireikingum, og Bjarni Djurholm
Byggingin av neystum og bátahyli á Toftanesi í Leirvík varð gjørt uttan heimild og neyðug loyvi. Tað var niðurstøðan hjá kærunevndini í lendismálum í summar, og er eisini niðurstøðan hjá friðingarnevndini [...] kærunevndin í lendismálum var komin til sína niðurstøðu, tók lokala friðingarnevndin tók málið upp, men vegna gegnistrupuleikar hjá einum nevndarlimi, varð málið flutt til friðingarnevndina í norðoya sýslu [...] dini, sum fyri viku síðani viðgjørdi málið. Karl Johansen, sýslumaður og formaður í friðingarnevndini, sigur við Norðlýsið, at nevndin hevur staðfest úrskurðin hjá lendisnevndini, at bæði neyst og bátahylur
Eliassen úr Leirvík at hava eina klaverkonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Jón er bert 21 ár og hevur spælt klaver, síðani hann var smádrongur. Tað er serliga tað klassiska, sum hann er mest kønur í, og [...] eisini at hoyra. Konsertin byrjar klokkan 19, og í steðginum verður ókeypis kaffi, te og køkur at fáa. Kostnaðurin fyri konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið hin 20. november er 80 krónur
suðuroyarliðini vitja í Leirvík. TB tapti fyri nøkrum vikum síðani á útivølli 1-0 ímóti Víkingi, og tíðliga seinnapartin í dag vann Víkingur á heimavølli 1-0 á VB/Sumba. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at VB/Sumba [...] við málmøguleikum báðar vegir. Størsta málmøguleikan átti heimaliðið í 1. hálvleiki, tá ið teir fingu brotsspark, sum Bjarni Johansen í VB/Sumba málinum meistarliga vardi fyri. [...] VB/Sumba einki stig fekk burturúr. Einsamalla málið varð skorað í síðstu løtu. Málskjútti var Meinhard Joensen, sum var fyrstur á, eftir at Bjarni Johansen sera væl hevði hálvbjargað stútara. Talan var um tætta
Norðoyatunnilin hevur ivaleyst fingið nógv burturúr í dag. Nógvir klaksvíkingar vóru í Leirvík tíðliga seinnapartin, tá ið KÍ kvinnurnar spældu steypafinalu, og seint seinnapartin vóru yvir 700 gjaldandi [...] gjaldandi áskoðarar - serliga úr Norðoyum - á Svangaskarði, har KÍ spældi í Intertoto ímóti svenska Hamarby. Svenska liðið vann 2-1. Í 1. hálvleiki løgdu teir seg framum, tá ið klaksvíkingar vóru so óhepnir [...] Madsen. Eftir steðgin kom eitt mál. Tað skoraði Hamarby við brotssparki miðskeiðis í 2. hálvleiki. Hamarby heldur fram í kappingini við samantalt 3-1 sigri.