Neyst og bátahylur uttan heimild

Byggingin av neystum og bátahyli á Toftanesi í Leirvík varð gjørt uttan heimild og neyðug loyvi. Tað var niðurstøðan hjá kærunevndini í lendismálum í summar, og er eisini niðurstøðan hjá friðingarnevndini, sum fyri viku síðani viðgjørdi málið.

Karl Johansen, sýslumaður og formaður í friðingarnevndini, sigur við Norðlýsið, at nevndin hevur staðfest úrskurðin hjá lendisnevndini, at bæði neyst og bátahylur eru bygd uttan loyvi, og at málið nú verður sent yvirfriðingarnevndini.

Aftaná, at kærunevndin í lendismálum var komin til sína niðurstøðu, tók lokala friðingarnevndin tók málið upp, men vegna gegnistrupuleikar hjá einum nevndarlimi, varð málið flutt til friðingarnevndina í norðoya sýslu.

Ætlandi fer yvirfriðingarnevndin at viðgera málið um hálvan oktober.