Víkingur vann á VB/Sumba

Tað hilnast ikki væl, tá ið suðuroyarliðini vitja í Leirvík. TB tapti fyri nøkrum vikum síðani á útivølli 1-0 ímóti Víkingi, og tíðliga seinnapartin í dag vann Víkingur á heimavølli 1-0 á VB/Sumba. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at VB/Sumba einki stig fekk burturúr.

Einsamalla málið varð skorað í síðstu løtu. Málskjútti var Meinhard Joensen, sum var fyrstur á, eftir at Bjarni Johansen sera væl hevði hálvbjargað stútara.

Talan var um tætta og hampuliga væl spælda uppgerð við málmøguleikum báðar vegir. Størsta málmøguleikan átti heimaliðið í 1. hálvleiki, tá ið teir fingu brotsspark, sum Bjarni Johansen í VB/Sumba málinum meistarliga vardi fyri.