Tað gongur illa hjá FC Hoyvík fyri tíðina og liðið liggur í løtuni undir niðurflytingarstrikuni í 1.deild. Nú hevur felagið eisini boðað frá, at venjarin hevur takkað fyri seg.
Jan Mølvad Laursen hevur í vikuni boða frá, at hann heldur ikki fram sum venjari hjá FC Hoyvík. FC Hoyvík tapti mánakvøldið 3-0 í Leirvík móti Víkingi. Tapið gjørdi, at FC Hoyvík nú er at finna undir niðurflytingarstrikuni.
FC Hoyvík arbeiðir nú við at finna ein avloysara, sum kann taka yvir eftir danan. Liðið skal longu í dyst aftur í annaðkvøld, tá EB/Streymur tekur ímóti við Margáir. Hinir dystirnir í 1.deild verða leygardagin.