Eysturkommuna nýtt búmerki

Almenn móttøka var í nýggju hølunum hjá Eysturkommunu við Gøtugjógv fríggjadagin 3. apríl.

Í samband við móttøkuna varð nýggja búmerkið hjá Eysturkommunu avdúkað. Tað er samskiftisfyritøkan Sansir, sum hevur teknað nýggja búmerkið. 


Um búmerkið er at siga: Sólin rísur og sólin fer í kav – sólin sum er upprunin til alt. Hesi framúrskarandi fyribrigdi koma í Eysturkommunu. Sólin sæst rísa í Gøtu, og hon sæst fara í kav úr Leirvík. Búmerkið myndar sólina og vísir veg við síni kumpassrósu. 


Búmerkið strálar, tað er jaligt og opið. Tað er útfarandi og savnandi og tað er kraftmikið við síni egnu kjarnu, og her streymar nógv megið úr. Eisini er tað lætt at kenna. Vit hava myndafrásøgn frá móttøkuni í blaðnum í morgin.