Fær landsstýrismaðurin í vinnumálum fulla vissu fyri, at Løgtingið er sinnað at broyta lógina um vegaføringina í Leirvík, kemur málið í Tingið. Fyribils fær tað onga ávirkan á málið um tunnilsvegin ígjøgnum Leirvíkar bygd, at meirilutin í bygdarráðnum hevur biðið tingmenn broyta lógina, so vegurin kann flytast niðan um bygdina.
Landsverk heldur eisini fram við sínum fyrireikingum, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, segði við Útvarpið í gjár, at hann fer ikki at taka nakað stig í málinum.
-Men fái eg fulla vissu fyri, at meirilutin í Løgtinginum er til reiðar at broyta lógina, eri eg sinnaður at biðja umsitingina fyrireika broytingina og at leggja hana fyri Løgtingið, segði landsstýrismaðurin.