Gøtuskipini Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi eystur av bankunum. Teir brúktu ta nýggju pumpuskipanina, so tað var Tróndur í Gøtu, sum hevði trolið úti, og hitt skipið tók ímóti fiskinum.
Teir royndu eitt gott samdøgur og gingu góð 100 tons. Makrelurin vigaði knappliga 300 gram í meðal, sum er vanligt hesa tíðina á árinum. Fitin var millum 19 og 12 prosent.
Finnur Fríði var á Runavík, har makrelin fór upp í tangar og síðani bleiv fluttur við bili og arbeiddur á Tavuni í Leirvík og hjá TG Seafood í Hvalba, skrivar reiðaríið hjá teimum báðum skipunum á heimasíðuni.