Kaj Leo framvegis víkingur

Kaj Leo Í Bartalsstovu heldur fram í Víkingi komandi kappingarár. Bóltsnillingurin hevur ætlanir um at royna seg í yrkisfótbólti, men hevur nú gjørt ein eitt ára sáttmála við Víking.

 

Steypavinnararnir úr Gøtu og Leirvík hava tryggjað sær, at teir hava pappír upp á ein tann mest spennandi føroyska fótbóltsspælaran komandi kappingarár. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur royndarvant í hollendskum fótbólti og hevur eina ætlan um at royna seg úti í stóru verð, men enn hevur tað ikki eydnast at funnið eitt felag.

 

Nú hevur 21 ára gamli vongurin gjørt ein eitt ára sáttmála við felagsliðið, sum í fjør vann steypakappingina, skrivar heimasíðan hjá felagnum.