spæla fyri, sum fóru á vøllin í Runavík sunnudagin. Bæði NSÍ og VB munnu hava slept vónini um at fáa heiðursmerki burtur úr hesum kappingarárinum, og hóast fjórða plássið kann bera Inter-Toto við sær, so [...] eftir hornaspark, fekk NSÍ ikki gjørt meira. Kanska átti Jens Martin at komið út eftir bóltinum, men hvussu var og ikki, so endaði alt við, at Birgir slapp at stúta í meskarnar. NSÍ í seinna Runavíkingar [...] seinasta umfarinum taka ímóti B36 vesturi á Eiðinum á Vági. Dysturin í tølum: NSÍ-VB 1-1 (0-1) 0-1: Birgir Jørgensen 33 1-1: Djóni N. Joensen 86 Dómari: Suni Johansen (SÍF) NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Rúni
eru hjá B71. FSV eigur B68 og HB á útivølli og KÍ á heimavølli. B71 eigur VB og GÍ á útivølli og NSÍ á heimavølli. Í tungum sjógvi Tað hevur verið spælt í landskappingini síðani í 1942. KÍ og HB hava í [...] Frammanundan vóru teir fýra, og tað var ivaleyst størst sannlíki fyri, at B68, sum ikki hevði tapt síðani summarsteðgin, skuldi spæla B36 eitt puss. B36 skal sunnudagin til Klaksvíkar, og har fara teir ivaleyst [...] komandi sunnudag. Tað er heyst í luftini, og í fleiri feløgum leingjast teir eftir vetrarfrí frá fótbóltinum. Tað gera tey ikki í FS Vágum og B71 og í GÍ og B36. Í øllum feløgunum verður hugsað um, hvussu
týsdagin fekk leiðslan í B36 boð um, at John Petersen ikki fær longt leikbann fyri hendingina. John Petersen var ikki á vøllinum, tá B36 sunnudagin leikti heimadyst móti B68, og sostatt er leikbann hansara [...] in hjá FSF hevði týsdagin fund, har tvey reyð kort til ávíkavist Jóhannis Joensen hjá HB og John Petersen hjá B36 vóru til viðgerðar. Í báðum førum høvdu dómararin Reinsaður av mótleikara John Petersen [...] at vera somikið ógvusligt, at talan skuldi verða um leikbann í fleiri leikdagar. At John Petersen og B36 so eisini hava givið sína frágreiðing av støðuni, hevur saman við omanfyristandandi viðført, at
trygt á ávíkavist B71 og FS Vágum. Úrslitini um vikuskiftið: KÍ-B36 1-2 GÍ-NSÍ 0-1 HB-EB/S 1-0 VB-B71 6-1 B68-FS V 5-1 [...] einum 1-0 tapi móti NSÍ, og eru sostatt fimm stig á muni í oddinum, nú tvey umfør eru eftir. Annars slapp HB fyri eina tíð úr kreppuni, tá teir vunnu 1-0 á EB/Streymi, meðan VB og B68 sum væntað vunnu trygt [...] oddinum í føroysku fótbóltslandskappingini mest sum hvarv eftir dystirnar um vikuskiftið. Oddaliðið, B36, var leingi á pínubeinkinum í Klaksvíki, men við tveimum málum móti dystarenda megnaði liðið at vinna
deild 23.09 B68-GÍ Lassin Isaksen 23.09 FSV-KÍ Petur E. Kjærbo 23.09 B36-HB Petur Hansen 23.09 EB/S-VB Eiler Rasmussen 23.09 NSÍ-B71 Birgir Sondum 2. deild 22.09 Skála-KÍ Oddmar Andreasen 22.09 NSÍ-ÍF Niklas [...] 22.09 LÍF-B36 Dagfinn Olsen 22.09 Sumba-TB Lassin Isaksen 3. deild 22.09 B68-GÍ Edvard Højgaard 22.09 ÍF-KÍ Rúni Gaardbo 22.09 B36-AB Páll Augustinussen 22.09 TB-VB Poul Erik Jacobsen 22.09 B71-Royn Georg [...] Georg Rasmussen 1. deild kvinnur 22.09 KÍ-HB Jonhard Hansen 22.09 VB-B71 Poul Erik Jacobsen 22.09 B36-B68 Eigil Olsen
hjá KÍ føroyameistaraskapin, og hóast KÍ hevur tveir dystir eftir at spæla, kann eingin fáa tær aftur. Týskvøldið klokkan 18.00 spæla KÍ-kvinnurnar útsettan dyst ímóti B68 í Klaksvík. Komandi leygardag
hevur hetta tó ikki verið støðan, og orsøkin til hetta er eisini sera einføld. Nevnliga at felagið - hóast góðu úrslitini hjá bestu manningini ? hevur ein sera smalan hóp, og at tað tískil ofta hevur knípt [...] rætta staðnum, og so vóru tvey á muni. Hóast ringu støðuna, so fullu gøtumenn ikki í fátt. Liðið telur fleiri av teimum leikarum, sum hava verið við til at mynda eyðkenda stríðsviljan hjá GÍ, og ein av hesum [...] snaraðu runavíkingar øllum á høvdið. Við stuttum millumbili skutu teir báðir, Sverri og Mortan, hvør sítt mál afturat, og so var alt í grundini liðugt. Gaman í minkaði Símun Petur Justinussen aftur fyri GÍ
dystinum á fremsta sessinum, og kundu teir við einum sigri tí halda allar trumfirnar í hondini, áðrenn teir í seinasta umfarinum skulu til Runavíkar at spæla móti teimum næstbestu hjá NSÍ. Skála lá undan dystinum [...] gjørdust heilt vandamiklir í kontrastøðum, men so við og við fekk ÍF betri tak á dystinum. Teir fingu lagt eitt meira støðugt trýst oman móti skála málinum, og onkuntíð varð talan eisini um heilt stórar málmøguleikar [...] Skálamonnum. Sum nevnt í týsdagsútgávu okkara, so var málverjin og venjarin higartil, rumenski Eugen Voda, sagdur úr starvinum eftir tapið fyri Sumba, og tí var neyðugt við nýggjum kreftum á hesum plássi. Tað skal
siglandi niður við nærmaru stong, og sum mest náttúrliga tingið í allari verðini var Gunnar á staðnum og stýrdi bóltinum inn. Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, og tað var sum so ógvuliga hóskandi [...] á mál, áðrenn kreppan er loyst. Skaðar og leikbann hava meira ella minni oyðilagt seinastu tríggjar til fýra mánaðirnar hjá liðnum, og ivaleyst gleða leikarar og venjari seg til at byrja av nýggjum komandi [...] langt, at farast kann í vetrarfrí, hevur liðið tó tvær uppgávur eftir. B36 og FS Vágar standa á skránni tey bæði seinastu umførini, og einki er at ivast í, at tað serliga er dysturin móti grannunum, sum tekur
eftir á skránni, og eru hesir báðir í Eysturoynni móti ávíkavist NSÍ og GÍ, og tá verður neyðugt við øðrvísi og betri spæli enn tí, sum liðið sýndi í Vági sunnudagin. Dysturin í tølum: VB-B71 6-1 (5-0) 1-0: [...] møguleika at avrætta skotið, og so var Waldemar í sandoyarmálinum seldur fyri fyrstu ferð. Lítla løtu seinni varð Predrag Zivkovic, sum annars júst hevur longt sáttmálan við VB, feldur, og eftirfylgjandi brotssparkið [...] vikuskifti skulu teir vitja uppflytararnar úr EB/Streymi, áðrenn oddaliðið úr B36 kemur á vitjan í seinasta umfarinum. Tað kann vera, at B36 longu tá hevur tryggjað sær meistaraheitið, men um so er, er einki at