Fótbóltur
Tá B71 í fjør vitjaði í Vági, var tað heldur óvæntað, at teir skuldu fara avstað við øllum trimum stigunum. At tað so seinni skuldi vísa seg, at hetta bert gjørdist ein av tveimum ferður, at vágbingar fóru stigaleysir av vøllinum, mundi tað vera fáur, sum grunaði tá, men tað gjørdi ikki bragdið hjá sandoyingum minni, at so varð.
Gjørdu skjótt av
Sunnudagin vitjaðu sandoyingar so aftur í Vági, men hesa ferð var tað so langt ífrá, at teir fingu nakað sum helst við sær heimaftur.
VB var snøgt sagt oman á í øllum. Serliga í fyrra hálvleiki blástu teir sandoyingarnar um koll, og longu eftir góðum tíggju minuttum tóktist greitt, at her høvdu gestirnir einki at gera.
Sandoyingar løgdu annars sera varliga fyri. Allar helst í vónini um at binda væl fyri í verjupartinum, soleiðis at teir kundu verja tað stigið, sum teir høvdu við sær á vøllin.
Hendan ætlan helst tó ikki serliga leingi. Bert góðir sjey minuttir vóru farnir, tá Jón Pauli royndi seg við langskotið. Robert Cieslewicz var kvikur, tá hann hevði møguleika at avrætta skotið, og so var Waldemar í sandoyarmálinum seldur fyri fyrstu ferð. Lítla løtu seinni varð Predrag Zivkovic, sum annars júst hevur longt sáttmálan við VB, feldur, og eftirfylgjandi brotssparkið sendi Krzystof Popczynski trygt í netið. Til stuttleikar kann nevnast, at júst í B71 sigrinum í Vági í fjør brendi Krzystof brotsspark.
Pólverska málskjótingin var tó langt í frá liðug, hóast dysturin við hesum báðum málunum tóktist mest sum avgjørdur.
Marek Wierzbicki hevur áður roynst væl hjá sandoyingum, men tað kann so ikki sigast um hendan dystin. Marek var nevnliga maður aftan fyri tey bæði næstu VB málini. Fyrst sendi hann hornaspark beina kós í meskarnar, og síðani lyfti hann upp um Waldemar, tá hann slapp púra leysir móti málinum.
Alt var avgjørt
Beint undan steðginum økti Birgir Jørgensen í 5-0, áskoðararnir á Eiðinum høvdu ivaleyst vónir um enn eina málveitslu, tá liðini komu út til seinna hálvleik.
Her gjørdist tað tó eitt sindur meira friðarligt. Liðini fingu bert eitt mál í part, men sandoyingar máttu bíða til Palli Augustinussen hevði økt upp í tennistøl, áðrenn Jónsvein Thomsen at enda slapp at skjóta eitt troystarmál.
Ymsar lagnur
Sigurin ? saman við tapinum hjá KÍ ? merkti fyri vágbingar, at teir nú eru mest sum leysir á fjórð ovasta sessinum í landskappingini. Bronsuni kunnu teir neyvan røkka, men hinvegin er einki at ivast í, at ærukæru føroyameistararnir vilja prógva, at teir eisini í ár eru mentir at fáa eina góða endastøðu.
Hóast sjálv plaseringin neyvan kann betrast tað stóra, so kunnu vágbingar enn prógva, at stirðil er í teimum. Komandi vikuskifti skulu teir vitja uppflytararnar úr EB/Streymi, áðrenn oddaliðið úr B36 kemur á vitjan í seinasta umfarinum. Tað kann vera, at B36 longu tá hevur tryggjað sær meistaraheitið, men um so er, er einki at ivast í, at vágbingar ætla sær at bera flaggið høgt, áðrenn teir fara inn í skápið eftir meistarasteypinum.
Hjá sandoyingum er framvegis annað og meira enn æran at spæla fyri. Framveigs halda teir seg framman fyri vágamenn í botnstríðnum, men ivaleyst verður neyðugt við fleiri stigum, um tilveran í deildini skal bjargast. Tveir dystir eru eftir á skránni, og eru hesir báðir í Eysturoynni móti ávíkavist NSÍ og GÍ, og tá verður neyðugt við øðrvísi og betri spæli enn tí, sum liðið sýndi í Vági sunnudagin.
Dysturin í tølum:
VB-B71 6-1 (5-0)
1-0: Robert Cieslewicz 8
2-0: Krzystof Popczynski (br.) 12
3-0: Marek Wierzbicki 21
4-0: Marek Wierzbicki 35
5-0: Birgir Jørgensen 43
6-0: Palli Augustinussen 53
6-1: Jónsvein Thomsen 68
Dómari: Birgir Sondum (B36)
VB: Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Palli Augustinussen, Gisli Sveinbjørnsson, Marek Wierzbicki, Krzystof Popczynski, Jón Pauli Olsen - Birgir Jørgensen, Robert Cieslewicz
B71: Valdemar Nowicki - Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson - Hans Jørgen Djurhuus, Ib Mohr Olsen, Eli Hentze, Jón Brekku, Sverrir Kjærbo, Svenning W. Hansen - Kári Nielsen